Lisbeth L. Joensen úr Havnar Svimjifelag kláraði kravtíðina til Oyggjaleikir í 100 blandað, og Malan V. Bærendsen úr Tvøroyrar Svimjifelag gjørdi eitt ordans hál við bæði at klára kravtíðina í 100 bringu, og taka gamla metið har frá Maiken Petersen.
5 dreingir svumu undir 25 í innleiðandi 50 frí, og teir eru eisini nógvir um boðið í 50 bringu. Umframt alt møguligt spennandi í øðrum kappingum eisini. So folkens, nú er at fara niðan at hyggja kl 16, tí har verða øgiligir dystir og óivað okkurt met eisini.
Sjálvur skal eg niðan nú kl 13 at taka tíð í sambandi við úttøkukappingina hjá føroysku triathletunum, og nái so vónandi at renna aftur til teir 50 bringu hjá Beinir Danielsen og øllum hinum. Beinir ætlar sær undir 30 sekund, og hinir ætla vist nokk at vinna á honum, so tað <strong>má</strong> síggjast, um tað yvirhøvur ber til (fyrsta finala í kvøld).
Og teir eru nógvir sum ætla sær undir 24 í 50 frí eisini. Sum sagt svumu nógvir undir 25 sekund, og teir eru í øllum førum tríggir sum hava góðan møguleika at fara undir 24. Føroyska metið er 24.05, og minnist til at Kristian Olsen tók gamla metið á dupulta teininum, fyrrakvøldið!
Ná, má renna… her verður nógv skrivað einaferð seinni í kvøld, ella í morgin.
Til lukku Lisbeth, Malan, og øll hini sum til nú hava klárað kravtíðirnar. Og pøj pøj Andrass, Petur, Guðrun, …