Svimjisambandið bjóðar til árligu svimjigallaveitsluna nú í annaðkvøld kl 19 á Hotel Føroyum, ‘fyri FM-svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum og svimjiáhugaðum annars’. Viðfest er upprunaliga innbjóðingin frá SSF.
Vanliga er skráin á gallaveitsluni at vit eta ein góðan døgverða, við sangi og undirhaldi afturvið. Ársins svimjarar verða præsenteraðir, og kanska ársins ditt-og-datt eisini (firvaldasvimjari, sprintari, stjørnuskot, venjari, hjálparfólk, …).
Allarhelst heldur Jón Hestoy eisini eina av sínum vanligu drúgvu men rímiliga undirhaldandi røðum 😉
Eftir døgverða og steypahandan er so tónleikur og dansur. Gevið gætur at tað ikki verður nøkur renning rundan um hotellið í svimjibuksum, við tað at Pál faktiskt ikki kláraði meira enn 10 av 12 gullheiðursmerkjum.
Spell !!! Hevði annars væntað at sæð onkran runnið í “Borat”-drakt hetta kvøld !!!
Mín meining er annars tann at ársins hjálparfólk eigur at verða “stjórin” á hesari síðu…
Takk fyri tína positivu ávirkan innan føroyska svimjing og serliga fyri besta avrik í SVF til FM 2007 !!!
Tú verður heilt sikkurt biðin aftur …
Har finnast tó absolutt nógv verdug verulig hjálparfólk til tittulin, sum hava ferðast í eyst og vest alt ár og meira enn tað.