Sum tit síggja her á ssf.fo, so hevur svimjisambandið nú fingið formliga loyvið frá danska svimjisambandinum, um at føroyskir svimjarar kunnu luttaka á ‘Danske ÅrgangsMesterskaber 2007’. Tó bara ‘uttan fyri kapping’, og við í mesta lagi 2 svimjarum í besta riðli.
Tilmeldingarfreistin er 21. mai, og sjálv meistarastevnan vikuskiftið 15.-17. juni 2007. Vit hoyra óivað meira um hvussu SSF fyriskipar ferðina og so framvegis, so hvørt sum hon nærkast.
Skeg at tey viðmerkja at vit bara kunnu fáa tveir svimjarar í besta riðil 🙂
Til DM á langbana sleppa bert 2 “gestir” við í finaluna. Um ein hugsar um at tað er teirra meistaraskap, so er tað nok ikki sooo løgi, ella hvat ? Her í Føroyum øsa fólk seg upp um gestir koma til kapping, eru tey bangin ? :-))
Tað er sunt við kapping, eingin ivi er um tað, men hon er ikki altíð líka vælkomin. 🙂
Eg havi hoyrt okkurt um at ssf ,hevur ikki orku at standa fyri Dåm í ár, naka, sum eg hoyrdi meðan vit vóru í Fm….
ikki altíð 100% álítandi 🙂
(men ja, tey munnu hava úr at gera)
Tað var ein sum ,situr í SSF, í eg snakkaði við so slatur tað burdi tað ikki veri. heheheh…
Nú er bara 3 dagar eftur, til tilmeldingin til Dåm skæl vera teimun í Danmark í hendi, so nú skæl man bara vera klarur uppa at skulla avstað hvørt felag fyri seg,ella hvusse, hoyrir nakar naka.