Fyrstu kappingar vórðu svomnar í gjárkvøldið, og vóru úrslitini heldur skiftandi. Tvey flott bólkamet vórðu sett, men nógv av teimum bestu svumu rættiliga langt frá bestu tíðum, allarhelst tí at tey ‘bara skulu vinna’, og í staðin longu fokusera fult og heilt uppá Oyggjaleikir.
Tað sær út til at Høgni Miné-Rasmussen hevur sorlað metið hjá Kristoffur Hentze í 200 blandað, sum var 2:19.85, við at svimja teinin á 2:16.63. Malan V. Bærendsen hevur tikið metið frá Báru Joensen í 50 bringu, við at svimja teinin á 36.03 har Bára svam 36.16. Og Pál Joensen hevur sambært úrslitalistanum sundursorlað heimsmetið í 200 blandað, við at svimja teinin á 1:15.81 😉
Annars vóru tað 13 út av teimum 16 kappingunum í gjárkvøldið har allir luttakarar kundu hava vunnið heiðursmerki, um ikki onkur av teimum varð kolldømdur. Í tveimum vóru tað meira enn ein riðil, og í seinastu vóru tær 4 sum kappaðust um 3 heiðursmerki. So tað var kanska ikki løgið at svimjararnir ikki løgdu alt ov nógv fyri, um tey allíkavæl ikki ætlaðu sær at seta met.