Sum tit kunnu lesa her, so gjørdust føroysku Joan Bláfoss og Karina Ottesen í dag danskir meistarar í sprint-triathlon fyri lið (750 metrar svimjing, 20 km súkkling og 10km renning), saman við donsku Ann Banke og Maja Nielsen. Eftir øllum at døma hevur Karina offrað seg í svimjing og súkkling, tí hon kom heilar 11 minuttir eftir hinar tríggjar á mál, eftir at hava fylgst við teimum fram til renningina.
Tíðirnar hjá teimum trimum vórðu:
Svimjing | Skift | Súkkling | Skift | Renning | Tilsamans | |
Joan Bláfoss | 0:13:50 | 0:48 | 0:37:25 | 0:52 | 20:49 | 1:13:42 |
Ann Banke | 0:13:44 | 0:56 | 0:37:24 | 0:51 | 20:50 | 1:13:42 |
Maja Nielsen | 0:13:50 | 0:51 | 0:37:25 | 0:49 | 20:51 | 1:13:43 |
Karina Ottosen | 0:13:46 | 0:53 | 0:37:28 | 0:47 | 31:14 | 1:24:06 |
Harvið vann teirra triathlonfelag, KTK86, danska meistaraheitið í sprint-tri fyri lið, við tíðini 1:13:43 (t.e. tíðin hjá triðja luttakaranum á mál). Odense Triathlon Klub gjørdist nummar tvey við tíðini 1:18:18, og TRI4 nummar trý við tíðini 1:20:08. Sí úrslitalistan her á heimasíðuni hjá Ultimate Sport Service, ella við at kaga gjøgnum heimasíðuna hjá stevnufyrireikarunum Ganløse Tri-Center.
Longu næsta vikuskifti skulu tær báðar aftur í eldin, tá ið kappast verður í Århus um donsku meistaraheitini í triathlon á OL-teininum (1500 metrar svimjing, 40 km súkkling og 10 km renning).