Fyrsti føroyski luttakarin var Astrid Foldarskarð úr FLOT, sum í kapping 6 í Odense í gjár svam 50 frí á 30.83, ið rakk til eitt 35. pláss av 52 luttakarum. Astrid skal kappast í Odense aftur í dag, í 100 firvald, meðan hinar 6 úr FLOT, FS og Reka fara at kappast í Ringe.
Sí kapping 17 her. Tað rakk til eitt 20. pláss av 34 luttakarum, og harvið er Astrid liðug við sína svimjing á DÅM 2007. Hinar svimja allar í Ringe, har eingi úrslit eru komin frá enn.
Eg havi viðfest úrslitini frá kapping 6 og 17 til hendan postin, fyri at gera tað eitt sindur lættari.
nú eru vit aftur úr Danmark við bara heilt ok úrslitum.
Túrið setti met í 200 bringu við tíðini 3,14,73 tað gamla metið var eftur ssf listanum 3,23,66 tað var super flott ,og hon forbetraði eisini sítt egna met í 200 frí 2,34,64 tað gamla meti var 2,35,99?
tað Gekk upp og niður hja hinum gentinum nógvar góðar tíðir, og onkrar heldur verri, men annars ein fínur túrur, ikki góðar umstøður í høllini sera strævi at standa har og hyggja nógvur varmi og trongt men genturnar hugnaði sær, vit endaði túrin við at fara í tivoli í Københanv eitt super fínt kvøld sjálvt um møðin var við okkum..
Til lukku Turið. Og ja, danir eru einigir við tykkum í, at umstøðurnar kundu hava verið betri:
http://swim.dk/forum/viewtopic.php?t=1346