Havið runt Rhodos er 24-26 stig Celcius hesa ársins tíð. Lufthitin er einar 32-36 stig um dagin, og 26-29 stig um náttina. Eg giti at svimjihylurin tí ikki verður kaldari enn 27-28 stig, og spurningurin er tí… hvat sørin ger man um hylurin verður heitari enn tey 25-28 stig sum FINA loyvir? Fer man tá at køla vatnið?
Vit kenna øll effektina av ov køldum vatni. Men ov heitt vatn hevur eisini eina ávirkan, við at ávirka ‘viskositetin’ í vatninum, ella hvussu væl man glíðir ígjøgnum tað. Tess heitari vatnið er, tess betri (og tí skjótari) glíður tú ígjøgnum tað; og tískil er eisini eitt evstamark fyri hvussu heitt vatnið má vera, um talan skal kunna vera um met. Eitt sindur sum tá ið frælsur ítróttur hevur krøv um at tað ikki má vera meira enn so og so nógvur viðvindur.
Eg veit ikki hvat man ger. Kanska einki. Kanska ignorerar man tað bara, og kallar tað met allíkavæl, tí at man allíkavæl einki fær gjørt við hitan. Kanska verður tað slettis ikki so heitt, tí at vatnið kemur úr undirgrundini eot.
Nakað annað er at eg hevði ynskt at vit høvdu hendan trupulleika í Føroyum 🙂