Ja, nú fara svimjararnir longu mánadagin, og vit onnur nakrar dagar seinni. Útlitini fyri at fáa tíðindi heim úr Rhodos eru ivasom, og vit her á svimjing.com vilja tí heita á allar svimjarar og triathletar um endiliga at lata frætta tíðindi gjøgnum hesa heimasíðu, líka mikið hvussu banal tey kunna tykjast.
Kringvarpið fer óivað at senda frá Oyggjaleikum, bæði í útvarpi og sjónvarpi. Svimjisambandið lovar eisini at frætta frá sær, og kanska vit kunnu frætta okkurt eisini á almennu heimasíðuni hjá Oyggjaleikum á Rhodos. So tað almenna er faktiskt í ordan, men kanska tey her heima eisini ynskja eitt sindur av inside’ara-vitan, frá venjarum og svimjarum.
Tey sum skráseta seg sum brúkarar á svimjing.com, kunnu frítt skriva almennar frásagnir (tvs. tíðindi), blogg postar (dagbøkur) og forum evni. Øll kunnu viðmerkja. So ein dreymafrásøgn vildi til dømis verið at onkur av okkara svimjarum setti seg at skriva dagliga frá Oyggjaleikum, um hvussu tað gekst viðkomandi á leikunum.
Tað er rímiliga lætt at seta myndir inn í postarnar, og enn lættari bara at viðfesta tær. Stóri trupulleikin er sjálvsagt, um vit finna nakað brúkiligt internetsamband á leikunum, so at vit fáa skrivað heim. Og tí hesa áheitan, tí eg veit fyri meg; at eg skal út at leita eftir sambandi, til at fáa sent tíðindi heim.
Eg havi møguleika fyri at fáa sett skipanina soleiðis upp, at man bara skal senda ein teldupost til onkra ávísa adressu, til at fáa til dømis blogg postar á síðuna. Fari nokk at seta meg at fáa hetta at rigga nú í vikuskiftinum, um ikki ov nógv annað kemur í vegin. Tað snilda við tí er nevniliga ikki at man so kann skriva frá einum vanligum teldupost-forriti sum Outlook, men heldur at man tá kann skriva frá hesum nýggjaru fartelefonunum, sum hava møguleika at senda teldupostar. Man kann enntá taka myndir við fartelefonini, og so bara senda tær til eina adressu sum t.d. post@svimjing.com, til at fáa tær á heimasíðuna.
Men tað skal líkast setast upp fyrst.
Í øllum førum haldi eg at vit og onnur svimjiáhugaði høvdu verið ógvuliga glað fyri at kunnað fingið bæði almennar frásagnir frá Rhodos, og meira persónligar ‘dagbøkur’ frá svimjarum, venjarum og triathletum. Sjálvur eri eg ófatiliga spenntur uppá at hoyra hvussu umstøðurnar eru har suðuri, í hylinum og annars, longu nú týsdagin tá ið tit svimjarar eru komnir upp á pláss.
Latið frætta frá tykkum, líka mikið um tað verður her ella aðra staðni 🙂
Sjónvarpið leggur í lýsingaherferð nú upp til ta heilt stóru síðuna http://www.oyggjaleikir.fo, sum tó ikki leggur upp til meira enn ein teljara beint nú. Men tey skulu vera vælkomin at gera tað betri enn seinast 🙂