Mangli eg nú nakað!
Havi júst pakka mær vátdrakt, svimjibrillur, súkkluklæðir, hjálm og alt ”you name it”. Eg kann ikki torga at standa beint áðrenn eina kapping og hava gloymt okkurt. Nú er tað soleiðis at vit triathletar eru so heldigir at vit íðka tríggjar ítróttargreinar. So at tá vit nú skulu svimja kapp tvørturum Trongisvág á Jóansøku, so taka vit eisini súkklurnar suður við og gera eina innanhýsis súkklukapping. Fínasta slag!
Men tað eru sum sagt nøkur ting, man so skal minnast til. Aftrat øll hasum havi eg so eisini vaska og bona súkkluna í kvøld. Ja, eg hugsaði tað eisini, sum eg stóð har og vaskaði súkkluna, eitt leygarkvøld. Áslak; hevur tú veruliga onki betri at gera enn at vaska súkkluna eitt leygarkvøld? Men eg veit ikki, súkklan sær faktisk orduliga gott út nú.
Nú er nokk best at fara í song, so man verður væl fyri til í morgin. Tað verður spennandi at svimja kapp í Trongisvág í morgin. Tað er so í øllum førum nakað spildur nýtt fyri meg.
Áslakur Nesá
leygarkvøld 27.06.07