Program fyri OYL er nú endiliga komi, og tað sær ganska ok út við føroyskum eygum.
Okur liggja til gull í fleiri einstaka kappingum, og man ikki liðsvimjingin blíva sera spennandi.
So er bara at vóna at okur halda høvdi kalt tá ið harast leikar á.
Okur liggja til gull í fleiri einstaka kappingum, og man ikki liðsvimjingin blíva sera spennandi.
So er bara at vóna at okur halda høvdi kalt tá ið harast leikar á.
Pál nr 1 í 1500 frí, Jutta nr 1 í 800 frí, Elspa nr 1 í 100 rygg, Beinir nr 2 í 50 bringu (éin 1/100), Jutta nr 1 í 400 frí, Elspa nr 1 í 50 frí, Elspa nr 1 í 200 rygg, Pál nr 1 í 400 frí, Elspa og Shaila nr 1 og 2 í 100 frí, Kristian nr 2 í 50 frí, Elspa nr 1 í 50 rygg, og so sikkurt nøkur við tíð til bronsu eisini.
9 einstaklingagull + nøkur í stafettum vildi ikki verið so galið 🙂
Eg persónliga gleði meg til at síggja 200m frí hjá monnum. 6 teir skjótastu liggja frá 1:55,4 til 1:55,8 eftir tilmelding, so tað verður spennandi at síggja hvør av hinum ferð við Pál niður á 1:52,? um nakar av teimun klárar tað :-))
Ida Sandin í 200m frí hjá kvinnum 2:02, hon skal nokk fáa tað hart við øllum kappingunum hon er tilmelda í, og so við Elspu beint í nakkanum á henni, ella verður tað umvent ? :-)) Spell at 4x200m frí ikki er við, so endaði okur 30-40m frammanfyri øll hini 🙂
Simon Le Couillard frá Jersey skal aftur í ár út í eina maraton kapping, gott nokk er Jersey ikki eitt so kalt stað, men hann eigur nokk at blíva nakað moyrur tá ið okur koma til 4. dagin í øllum hitanum :-))
Og ja liðsvimjingarnar eru allar potentiellir gysarar, sera sera spennandi.