Til allar áhugaðar svimjinørdar, so kunnu splitt-tíðir, frekvensur og tílíkt hjá Elspu Mørkøre síggjast og samanberast við úrslitini hjá hinum gentunum í semifinalu og finalu á EJM 2007, við at fara her og velja at síggja spjaldrasíðuna “WBAC50F”. Vit síggja at Elspa hevur næstbestu armtakslongd av øllum, men hinvegin ikki heilt frekvensin hjá teimum skjótastu.
Vinnarin C. Zenner hevur ein meðalfrekvens á 51 armcyklur/min yvir teir 50 metrar rygg, og harvið eina meðal armtakslongd á 1,95 metrar, meðan nr 2 hevur ávíkavist 47 og 2 metrar, nr 3 hevur 56 og 1,71 metrar, og ein til samanberingar innskotin heimsstøðissvimjari hevur 56 og 1,76 metrar. Elspa hevur so aftur til samanberingar 44 í frekvens og 2,09 metrar lang tøk, sum alt annað líka merkir at hon hevur ein teknikk á heimsstøði (við tað at hon kann svimja so langt í hvørjum armtaki), men ikki heilt krefturnar til at fáa armarnar so skjótt runt. Ella møguliga hugsar eitt vet ov nógv um armtakslongd, so at frekvensurin fellur eitt sindur ov nógv.
Men bíða nú, nr 5 hevði enn longri armtøk sum Elspa (2,1 metur), og næstan líka so spakuligan frekvens (45), so sum ikki einaferð er alt individuelt. Tað er ikki fyrr enn vit síggja Elspu tvær ferðir í slíkum kappingaranalysum, at vit veruliga kunnu byrja at samanbera.
Tíverri finnast splitt-tíðirnar bara hjá Elspu í 50 rygg, og ongar hjá hinum annars góðu EJM-luttakarunum hjá okkum, av tí at Rejn Haljand bara leggur analysurnar hjá semifinalu- og finalu-luttakarum út á heimasíðu síni.