Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu

Fyrsta stevna í svimjiárinum 2007-2008 var í Klaksvík nú í vikuskiftinum, har svimjarar úr bólki 3 og eldri møttust at kappast í øllum greinum og á øllum teinum upp til 400 frí. Eitt vikuskifti fylt við áhugaverdum holmgongum millum bestu svimjarar í ymisku bólkunum, og í samlaðu kappingini um at vinna flest heiðursmerki.

GEV GÆTUR! Tað tekur tíverri so mikið langa tíð at fáa fatur á rættari RE-fílu, at eg nú havi valt heldur at rætta heiðursmerkjalistarnar í hesi grein sambært uppteljingunum á tsvim.com, enn at lata mínar skeivu standa.

DSC_0051

Fyri at byrja við síðsta, so varð tað nýstovnaða Suðuroyar Svimjifelag sum vann flest heiðursmerki av øllum, í harðari kapping við Havnar Svimjifelag (við fyrivarni, eg havi verið noyddur at gera nokk so nógv manuelt arbeiði her, so onkur feilur kann væl hava sníkt seg inn):

Heiðursmerki íalt Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 34 30 15
Havnar Svimjifelag 33 30 17
Ægir 19 17 14
Fuglafjarðar Svimjifelag 18 9 7
Reki 13 7 15
FLOT 6 5 4

Heiðursmerkini hjá Suðuroyar Svimjifelag vórðu vunnin serliga millum teir elstu svimjararnar, meðan Havnar Svimjifelag áttu vinnarnar í yngru bólkunum:

Bólkur 3 Gull Silvur Bronsa
Ægir 10 4 8
Fuglafjarðar Svimjifelag 8 4 2
Reki 6 6 7
FLOT 3 2
Suðuroyar Svimjifelag 1 8 3

Bólkur 4 Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 10 7 2
Suðuroyar Svimjifelag 8 5 4
Reki 7 1 7
Fuglafjarðar Svimjifelag 4 2 2
FLOT 3 3 1
Ægir 1 6 4

Bólkur 5 Gull Silvur Bronsa
Havnar Svimjifelag 16 9 5
Suðuroyar Svimjifelag 7 7 5
Fuglafjarðar Svimjifelag 2 2
Ægir 1 6 4
Reki  0 1

Bólkur 6 Gull Silvur Bronsa
Suðuroyar Svimjifelag 18 10 3
Havnar Svimjifelag 7 14 10
Ægir 7 5 1
Fuglafjarðar Svimjifelag 4 1 3
FLOT  0 3

Sum heild var hetta ein ógvuliga ‘jalig’ stevna, við rættiliga góðari uppmøting, rímiliga góðum tíðum, og nógvum hugagóðum svimjarum. Har vóru fleiri spennandi holmgongur millum svimjarar sum Pál Joensen, Høgna Miné-Rasmussen og Kára Jóannesarson á Høvdanum, og í heilum svimjarar sum royndu okkurt heilt nýtt… ella í øllum førum okkurt tey ikki høvdu roynt leingi.

DSC_0065

Til dømis var uppmøtingin til 400 frí heilt hampuliga góð, vit sóu Kristian Olsen svimja 50 bringu (heilt hampuliga gott), og Shailu millum Garðarnar svimja 200 bringu (fyri fyrstu ferð síðani einaferð í 90-unum). Og vit sóu eisini svimjarar sum Kára á Høvdanum og Pál Joensen stilla upp ikki bara í kappingum sum teir vóru vísir í at vinna, men í heilum í spesialinum hjá ‘hinum’, at geva teimum skarpan gang.

Millum teir yngru svimjararnar vóru eisini ymisk yvirraskilsi, sum tá ið Dagmar M. Winther knappliga vísti seg sum ein alvorligan kappingarneyta í frí-greinunum hjá gentum í bólki 4, eftir annars mest at hava hildið seg til bringusvimjing. Vit eru von at hoyra nøvn sum Helena G. Jacobsen, Hildur á Fløtti og Monika Biskupstø í sambandi við crawl-svimjing í hasum bólkinum; men ups, nú var tað knappliga ein sum svam undir 1.05 í 100 frí, har hinar svumu yvir 1.09.

Sum heild má stevnan metast at hava verið ein succés, í øllum førum í mun til hvat vit kundu hava risikerað, nú beint eftir oyggjaleikir á Rhodos. Fráfallið var slettis ikki so stórt millum elstu svimjararnar, og feløgini eru týðiligvís eisini komin væl og virðiliga í gongd við venjingina aftur, um man hyggur at tíðunum á stevnuni.

DSC_0098

Komandi vikuskifti er stevna aftur í Suðuroy, fyri teir báðar yngstu bólkarnar. Tá fáa vit at síggja hvussu væl feløgini eru komin í gongd við eisini yngru svimjararnar, og í hvønn mun feløgini norðanfjørðs eru klár at fara við teimum til Suðuroyar.

3 thoughts on “Suðuroyar Svimjifelag vann ársins fyrstu stevnu”

  1. Eg síggi nú at heiðursmerkjabýtið hjá mær, her omanfyri, í heilum ikki samsvarar við tað á tsvim.com. Faktiskt er ein munur á 1-2 heiðursmerki millum mína uppteljing og teirra í so gott sum øllum førum. Og lat meg bara siga beinanvegin, at tað væl kann vera at tað er mínari uppteljing tað er galið við.

    Eg havi nevniliga slettis ikki roynt at telja upp við hond, men brúki tað at lesa úrslitafíluna inn í Excel, tasta inn bólkaplasering manuelt (við tað at tann plasering tíverri ikki sæst í úrslitafíluni), og so brúka ‘pivot-diagram’ til at fáa telduna at telja upp fyri meg. Størsti feilmøguleiki er her tá ið eg siti og tasti inn plaseringarnar 1-2-3-4 fyri hesi lættliga 1000 úrslitini %-)

    http://www.knassi.net/knassi_news_show.php?id=14030&number=17&width=

  2. Síggi at tsvim.com nú hevur okkurt tey kalla “rættur úrslitalisti”. Málið verður kannað, og eg rætti sjálvsagt í greinini her, um tað vísir seg at feilur er í tilfarinum sum eg fekk.

    Myndirnar eru tó 100% álítandi 🙂

    1. Reidar sigur at har var okkurt, og úrslitalistin verður tí skiftur út her nú, og RE-fílan goymd inntil eg fái hendur á røttu útgávu.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.