Elspa hevur so sanniliga fingið ein góðan start uppá sína venjing í Danmark, nú hon uppá tvey vikuskifti hevur sett tilsamans 9 føroysk met. Sum tit kunnu lesa m.a. her á ssf.fo, so hevur hon á Thisted Cup í vikuskiftinum sett føroysk met í 100 firvald (1:05.51), 100 frí (58.07), 100 blandað (1:05.73), 200 blandað (2:21.22), 50 rygg (29.36) og 100 rygg (1:03.78) , harav hon átti øll áðrenn uttan metið í firvald.
Altso, svimjiárið er jú ikki meira enn byrjað, og vit koma jú júst av Rhodos og alt hatta har. Flott Elspa !
Heldur er tað, at okur í Føroyum enn einaferð snorksova, spilla øll okra talentir við ikki at koma ígongd, ikki hava nakrar kappingar at bjóða okra svimjarum, og harvið drepa alla motivation sum skuldi veri til staðar aftann á OYL. Ja flott Elspa, og enn meira flott at tú tók tað avgerð at koma inn í eitt elitumiljø at venja. Har hoyrur tú heima, eingin ivi um tað. All the best!
í 200 blandað, 100 rygg og í 200 rygg frá stevnuni í undanfarnu viku:
http://www.ssf.fo/index.php?pageid=58&parent=26&la=fo