Svimjifelagið SG Essen hevur tikið uppá og lagt út video av teimum báðum heimsmetunum hjá Kate Ziegler herfyri, á YouTube so at tað er lætt (og lógligt) til dømis hjá okkum her á svimjing.com at leggja videoina á heimasíðuna. Fyrsta video vísir teir 1500 fram til hon setur heimsmet í 800, og seinna vísir so restina fram til heimsmet eisini í 1500 frí.
Tað eru nokk tíðar- og støddar-avmarkingarnar á YouTube sum gera at tey hava verið noydd at kuta svimjingina í tvey. Myndagóðskan kundi verið betri, men soleiðis er tað tíverri ofta við amatørupptøkum á YouTube. Vit hóma tó at hon svimur væl 🙂
Eg fann upptøkurnar her á swimmingworld.com, sum aftur hevur funnið tær á heimasíðuni hjá SG Essen.