Afturkomin

Huff, dagurin í gjár varð eitt sindur ov hektiskur til at eg orkaði at senda heim tíðindi. Vit høvdu nógv fólk í finalum, men fingu tíverri í so nógv fjórðapláss til at tað var beinleiðis stuttligt. Og so heim at rudda og beint í song at fara upp aftur kl 05, fyri at náa flogfarið.

Turið fekk eitt triðjapláss, Kári var suverænur í rygg, og stafettin hjá dreingjum vann eisini bronsu í 4 x 50 frí. Men bæði Kristian Olsen og Pauli Mohr vórðu útslignir sum nr 4 í 50 frí, Birita var 3 hundraðpartar frá bronsuni í 50 rygg, og stafettin hjá Biritu og teimum varð eisini akkurát ikki nr. 3.

Men lagið var gott tá ið vit endiliga sloppu heim á vallaraheimið at rudda og pakka. Vit høvdu eina hugnaliga hugnaløtu í ‘konferensuhølinum’, og fóru so so glaðbeint at støvsúgva í hvør sínum króki. Tey sum skuldu tíðliga avstað skundaðu sær at pakka, og hini vóru røsk at lata verða við at vera í vegin.

Nú eru so vit fyrstu komin heim, og tey næstu munnu vera á veg. Triðja ferðalag fer úr Danmark um 19-tíðina, og so eru øll komin heim. Vit hava ikki heilt so nógv heiðursmerki við sum onnur ár, men túrurin var stuttligur, og flest øll hava betrað seg heilt nógv. Síggjast aftur næsta ár 🙂

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.