Sviin Stefan Nystrand er ikki bangin av sær, nú hann meldar út at hann ætlar sær at taka stuttbanaheimsmetið í 100 frí frá suðurafrikanska Roland Schoeman, á World Cup stevnuni í Berlin 16.-17. november 2007. Metið er 46.25. Kanska man átti at farið ein túr til Berlin at hugt at svimjing 🙂
Ja premiur vanta ikki til World Cup.
Um Stefan megnar uppgávuna, so kanska hann koyrir heim aftur í einum nýggjum bili, og $50.000 fyri benzin 🙂
Ja har koma nógvar stjørnum, so kanska ein skuldi farið ein túr til Berlin. Bestillur tú ferðaseðlar Rókur, ella skal eg ?
Bangin fyri at mínir seinastu feriudagar ruku við Køge Open. Men far tú og tak myndir. Ella ger okkurt so at onnur taka myndir av tær 😉