Á forsíðuni av heimasíðuni hjá ÍSF stendur nú at Schandorff Vang skal vera dómari fyri Føroyar í bogaskjóting á Olympisku Leikum í 2008. Góð tíðindi fyri okkum føroyingar, tí um Føroyar eru góðkendar sum olympisk dómaratjóð, er so ikki vón fyri at ítróttarfólk eisini sleppa at luttaka ein dag?
Endurgivið av isf.fo
“Føroyar fingið OL-dómara
Schandorff Vang hevur fingið víst tað stóra álit og heiður at vera OL-dómari 2008. Hetta varð veruleiki, tá tað á dómarakonferensuni hjá FITA, ið hildin varð í Rom í døgunum 26.-28. oktober, varð kunngjørt, hvørji skuldu døma í bogaskjótikappingunum á Olympisku leikunum 2008 í Beijing.
14 dómarar úr ymiskum londum eru valdir, harav bert tveir skandinavar. Dómararnir eru úr londunum NOR, CHN, AUS, SLO, LEB, USA, TUR, ITA, GER, SIN, HKG, VEN, CUB og FER (Føroyum).
Schandorff hevur verið altjóða dómari síðan 1996 og hevur dømt í nógvum altjóða kappingum, m.a. Paralympic 2000, HM, EM, World Master Games, evropeiskum Grand Prix og World Cup.
Bogaskjótideildin”
Nei, tað er eingin vón fyri at Føroyar verða viðurkendar OL-tjóð í bræði.
At vit fáa ein viðurkendan dómara, merkir ikki at vit fyrsta dagin verða viðurkend OL-tjóð, og so als ikki ein tjóð á jøvnum føti við aðrar. Tað er beint øvugt. Repressiv toleranca. Okkum verður latið eitt sindur, fyri at vit síðani skulu halda, at alt stendur væl til; at vit í grundini eru á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Men tað eru vit bara ikki; tað er at flýggja undan veruleikanum.
Áðrenn vit fara at hugsa um nakað annað, mugu vit fyrst vit verða viðurkend at verða ein tjóð á jøvum føti við allar aðrar heimsins tjóðir. Tað eru vit ikki. Í Danmark eru vit “et folkesamfund” (heimastýrislógin), og hjá ST eru vit “Kongeriget Danmark for såvidt angår Færøerne” (uttanríkispol. heimildarlógin). So vegurin er langur og drúgførur áðrenn vit kunna kalla okkum tjóð – og ikki fyrr enn at kunna vit gera okkum tankar um at taka lut á Olympisku leikunum. Men tað er kortini ein glotti at hóma í hesum skaddtungu søgu. Men tað er upp til tykkara at gera av, hvørt tit vilja at tokan skal lætna ella ei. Um tit vilja gera tykkum nakrar tankar um, at vit ein fagran dag skulu hava møguleikan at taka lut á Olympisku leikunum, er bara ein møguleiki – tit mugu fyrst fara á val týsdagin og velja Tjóðveldi. Um tit vilja tað ella ei; tað er einasta leiðin til OL.
Svein