Pál Joensen úr Vági heldur á at svimja skjótt, nú hann á UM í dag svam nýtt føroyskt met í 200 blandað við tíðini 2:11.33. Hetta var nærum eitt sekund betri enn gamla metið á 2:12.19, sum Kristian Martin Joensen setti í 1997; og venjarar á kantinum hildu at har avgjørt er møguleiki fyri at hann í morgin fer at taka metið eisini í 400 blandað frá Kristian Martin Joensen.
Harvið eru skjótt eingi met eftir hjá harkaliðnum úr 90-unum, og ættarliðsskiftið tí nærum fullfíggjað. Pál er so mikið góður firvaldasvimjari, at hann man fara at kunna taka metini í 50 og 100 firvald eisini, ella pressa onkran av hinum kempunum frá í dag til at seta met. Og so er bara, ‘bara’ bringuteinarnir eftir, har metini hjá Asbjørn Hansen, Inga Andreasen og Høgna T. Hansen spøkja.
Annars var hetta aftur ein heldur friðarligur dagur á UM, tá ið man sær burtur frá Pál Joensen. Uppmøtingin er ikki serliga góð til hesa unglingameistarastevnu – heldur ikki hóast seniorarnir eisini eru bjóðaðir við – og stemningurin er yvirhøvur rættiliga avdempaður. Kappingin koyrir heilt ókey, men har manglar eitt sindur av kríggi á kantinum,og har eru kanska í so fáar veruligar holmgongur millum svimjarar. Kanska tað kemur í morgin 🙂
Ja 50 og 100m firvald skal nok koma til at standa sína roynd. Um so 50m er í so stuttur ein teinur til Pál, so skal tað roynast. Ætlanin er eisini at venja eitt sindur bringu, og so fara eftir 200m hjá Høgna T. Hansen. 2:24,71 er jú ikki ógjørligt nú Pál longu hevur svomi 2:27,41 til FM2007 og tað uttan at venja bringu.
Nú er 200 og 400 blandað komin í hús, og um tíðirnar ikki vóru prangandi, so havi eg góðar vónir um stórar forbetringar, hann hevði jú yvir 100Km venjing í kroppinum bara hasa vikuna, tykur kunnu rokna út hvat tað gevur um dagin. Har er jú ein 100m blandað… 😉 Onkur úr Rituvík eigur meti. So Blanda er ikki “komplet” enn. Og so er tað 100m frí. Pál svam 0:51,8 í 4x100m liðsvimjing til OYL, so um ikki onkur ger okkurt við 0:52,49 hjá Hr. Olsen, so má langteinarin royna seg, hóðast tað ikki hevur so stóran áhuga.
Annars liggur 50m frí hjá Stefan Nystrand á YouTube, tann 50m har hann svam 0:20,92 og var diskaður fyri tjóðstart. Heimsmeti er 0:20,98
http://www.youtube.com/watch?v=Kdc4h-ghpJA&eurl=http://www.simma.nu/
Pína doy sum hann er skjótur……