Jón, vit skuldu verið farnir! SwimNews dregur her saman um World Cup í Berlin, og sigur at hendan stevnan burdi verið finalan í World Cup skránni, so væl sum týskarar arrangera og fáa í lag skjóta svimjing. Hartil hevur hann (Craig Lord) eina áhugaverda átalu av stigatalvuni hjá FINA, har hann spyr hví 0,42 sekund av heimsmetinum í 100 frí telja minni enn 0,01 sekund í 50 frí.
Ja tað var næstan vantandi at nøkur met vóru sett, so sum svimjingin var upp til Berlin partin. Og hylurin í Berlin hevur eisini eitt umdømi sum gjørdi at Nystrand hevði nervar til at siga: ” Eg geri tað” 2 vikur áðrenn kappingina.
Eg haldi nú at ein VW Golf motiverar eitt sindur eyðka, ella hvat? 🙂 Fær Nystrand so 2 bilar heim við ?
Men Rókur, tað er altíð næsta ár ? 🙂 Og hvør veit, kanska hava okur ein svimjara við hehe
Eg fekk autografin frá Nystrand og Schoeman í Melbourne. Tá vóru longu søgur sum gingu runt, sum søgdu at Stefan fór at avloysa Roland á Super Sprint Trúnuni. Og eg helt tað verða stuttligt um eg nú fekk teir báðar at skriva autografin á mítt HM-Pass. Pál prátaði við Roland, sum tók sær tíð til øll, koyrdi í bussi við okkum, og var bara ein super fittur og sympatiskur persónur, sum ikki dyrkaði seg sjálvan sum td. Gary Hall Jr. 🙂
OL sær nú sera spennandi út við svenskum eygum 🙂 Og vónandi kemur Roland aftur í stórform til OL.