5 dreingir og 6 gentur fara at luttaka fyri Føroyar á Norðurlendsku JuniorMeistarastevnuni í Tórshavn, 1. til 2. desember 2007. Serliga Havnar Svimjifelag ger seg galdandi, við at eiga 5 av gentunum og ein drong á føroyska unglingalandsliðnum í ár. Fuglafjarðar Svimjifelag er eisini sterkt her við 3 landsliðssvimjarum, meðan Suðuroyar Svimjifelag faktiskt ‘bara’ hevur tann eina – Pál Joensen hesu éin, sum tó uttan iva er mest lovandi svimjari á liðnum í ár.
Dreingirnir eru:
- Pál Joensen, Suðuroyar Svimjifelag
- Kári J. á Høvdanum, Ægir
- Pauli Ø. Mohr., Fuglafjarðar Svimjifelag
- Dánjal Hestoy, Havnar Svimjifelag
- David Simonsen, Fuglafjarðar Svimjifelag
Og genturnar:
- Guðrun Jakobsen, Havnar Svimjifelag
- Bjørg Seloy, Havnar Svimjifelag
- Dagmar M. Winther, Havnar Svimjifelag
- Katarina Lamhauge, Havnar Svimjifelag
- Hildur á Fløtti, Fuglafjarðar Svimjifelag
- Helena G. Jacobsen, Havnar Svimjifelag
Tað er landsliðsvenjarin Brian D. Marshall sum hevur sent út hendan listan, so tað skuldi verið so púra vist. Har stendur faktiskt eisini hvat teir ymisku svimjararnir skulu svimja, men teir upplýsingar goymi eg líka til tilmeldingarfreistin er farin, ífall at nakar útlendingur skuldi havt áhuga í at melda taktiskt til í mun til hvat føroyingar svimja 🙂
Ja nú okur bara hava ein svimjara við, so er at vóna at hann klárar seg ok. Jú eg las “bara” Rókur 🙂
Vita tykur hvørjar svimjarar Svøríki sendur til NJM ? Út frá tí listanum kann ein næstan spáða um úrsliti av nøkrum kappingum.
Heldigvís, tí vit skulu jú helst ikki avsløra nakað fyrr enn freistin er farin. Men eg kann siga so mikið sum at Svøríki bara hevur sent inn sína ‘preliminary entry’, sum upplýsir tal á svimjarum og leiðarum, uttan at nevna nøvn.
Eg veit hvør kemur til NJM frá hinum londinum. Finni bara ikki nakað yvirlit yvir unglingar í Svøríki. EST er ikki so áhugavert, kenni ongan har. Sviiar hava teirra stutthyljameistaraskap sum byrjar nú hósdagin, kanska tað ávirkar eitt sindur ?
Eg umhugsaði at fylla eitt sindur út á njm2007.com við at skriva postar a la ‘The Danish Delegation’ osfr, men hugsaði so aftur “weell, har verður garanterað okkurt land sum ikki fortelur okkum tað fyrr enn í síðstu løtu”. Má nokk umhugsa tað, nú bara Svøríki og Estland væntar.
“EST er ikki áhugavert, kenni ongan har”. Ha ha ha ha … tey senda sikkurt onkra pre-russiska bjørn sum kennir TEG 🙂
Søg og du skal finde. Og tað gjørdi eg so 🙂
NJM: Uttagning resultat från sommarens mästerskap och 25 meters Sum-Sim och SM samt eventuella wildcards. Truppen presenteras på SM.
Var tað eg fekk burtur úr Anders Bladt & Co.
So eg noyðist at bíða til SM er liðugt nú komandi sunnudag.
Um tey ikki svara fyrr enn sunnudag, so eru tey ov sein at melda til… og eg siti við fingrinum á diskiknøttinum 🙂
Pál, og allir suðuroyingar sum heild. Las fríggjadagsdimmuna beint nú í áðni, so sá til mítt gru at tey hava misskilt (ella mistulkað?) handan setningin fullkomiliga. Burtur eru gásareyguni og ískoytið “- Pál Joensen”, og eftir er so bara ein fornermislig viðmerking um at ‘Suðuroyar Svimjifelag hevur bara ein svimjara við’.
Tað var ikki soleiðis tað var meint. Eg setti gásareygu um fyri at undirstrika at talan ikki var um ‘bara ein svimjara’, men heldur um ein ógvuliga týdningarmiklan svimjara. Væntaði at fólk skiltu hetta, sum lesa hesa heimasíðu, tí at eg jú í eftirhondini langa tíð havi róst og drigið fram Pál Joensen sum ein framúrskarandi svimjara.
Men well, fjølmiðlarnir duga bara hatta har.
citat: “Men well, fjølmiðlarnir duga bara hatta har. “
Ja nú okur eru einigur, so man tað nok ganga, heldur tú ikki ? 🙂 hehe
Eg veit ikki hvat var hent um eg var chef hjá øllum ítóttarjournalistunum í Føroyum, men eg kundi hugsa mær at teir allir, uttan ein vóru sendir til hús. Og tú veit hvat í eg meini. Á einum og hvørjum arbeiðsplássi er tað ein ávís toleransa fyri hvussu nógvar, og álvarsligar feilir ein kann gera, áðrenn tað er ÚT! Men soleiðis er ikki hjá fjølmiðlunum í Føroyum. Bara okkurt stendur í blaðnum, ella okkurt verður sagt í KVF, ja so er í fínasta ordan. Eg veit ikki um tað sigur meira um journalistarnar, ella teir sum sita við róðri. Men pína doy sum eg hevði rudda upp fekk eg loyvi til tess.
Gott at síggja at SSF velur at hava lutfalsliga nógvar svimjarar við her á heimabana. Nú er at vóna at restin bakkar upp, og kemur í høllina at hyggja 🙂
Ok, eg kenni EST venjarin, hann situr í rullistóli, tað mugu tykur taka við í fyrireikingum, so sum bussar oa. And I kid you not. Tað var ein stórur trupuleiki hjá honum í Finnlandi, har eingin hevði boða frá at hann sat í stóli.
Um tit vilja síggja hvat tey einstøku svimja, so hyggið her á sport.fo