“Ná ja, hvør hevur ikki tað”, hoyri eg allar svimjarar siga. Men tað áhugaverda er at hann ikki hevur fingið tað staðfest fyrr enn nú í september, hóast hann eftir øllum at døma hevur gingið við sjúkuni leingi. Hann hevur bara vant seg við støðuna, sum er ein mild útgáva av astma, forsterkað av harðari venjing og klor. Lesið her á SwimInfo.
Um hetta her í SwimNews passar, so er lungakapasiteturin hjá Hackett heilir 13 litrar. Vanligur lungakapasitetur er umleið 6 litrar. Hetta tekur eitt sindur av glansinum av søguni frá OL í Athen ár 2004, um at hann tá svam við øðrum lunga partvíst klappað saman.