Elspa Mørkøre hevur í hesu viku sambært sport.fo svomið tíðir í bringu og firvald, á innanhýsis stevnu hjá WestSwim í Esbjerg, sum eru betri enn føroysku metini. Hetta var á innanhýsis stevnu hjá WestSwim í Esbjerg. Men gev gætur at tíðirnar sum er ikki eru góðkendar sum føroysk met.
Elspa svam 100 bringu í tíðini 1:15.83, sum er heili 2½ sekund skjótari enn metið hjá Maluni V. Bærendsen á 1:17.23. Harvið hevur Elspa svomið skjótastu tíð á 100 metrar í øllum greinum, um enn hon enn offiselt eigur metið í teimum trimum.
Í 50 firvald svam hon 29.37, har metið hjá Shailu millum Garðarnar er 29.89.
Men altso, hetta skal alt takast við størsta fyrivarni; tí fyri tað fyrsta er tað meira enn so komið fyri at Svimjisamband Føroya ikki hevur góðkent slík met svomin av einstaklingi uttanlanda, og fyri tað næsta er tað nokk ein spurningur um man yvirhøvur kann seta met á innanhýsis stevnu, um einki annað felag eisini luttekur.
“og fyri tað næsta er tað nokk ein spurningur um man yvirhøvur kann seta met á innanhýsis stevnu, um einki annað felag eisini luttekur.”
Tað eigur ikki at vera nakað problem yvirhøvur. Og lat meg sláa fast, at ein innanhýsis kapping hjá West Swim (klubmesterskaber) hevur dómarar og hjálparfólk á einum støði sum okur her heima ikki klára at mynstra. Talan er her um eina kapping, ikki ein “timetrial” sum ikki longur eru loyvdar. Nakað heilt annað er um kappingin er fráboða svimjinevndini, um so er, ja so er væl eingin trupuleiki. Tað er bert svimjingin sum vinnur uppá tað, og tað er væl saktans tað sum er No.1
Minst til at nógvar kappingar eita XXX invitational, og hvønn tú hevur hug til at bjóða við til tína kapping, ja tað er væl upp til tín. Ein kapping er ein kapping, um FINA sigur tað 🙂 Eg haldi at W-S.E. klubmesterskaber er ein fín kapping. Og hon lúkar FINA teknisku krøv. Ella gjørdi seinast eg var har 🙂 Og vónandi var alt eftir bókini hesu ferð.
Sat leingi á hasum setningi og spekuleraði uppá hvussu hann skuldi orðast. Havandi í huga Dimmu osfr., so royni eg av almakt ikki at ljóða sum um eg eri ímóti metinum, tí Elspa hevur jú svomið tíðina. Men hinvegin helt eg eisini at eg mátti gera vart við, at hetta mest sannlíkt ikki varð met allíkavæl, soleiðis sum SSF plagar at taka støðu í slíkum málum.
Persónliga haldi eg at Elspa eigur metið, so ella so. Tað er bara ein spurningur um hesar tíðir verða góðkendar, ella um hon skal endurtaka tær á SSF-góðkendari svimjistevnu.