Kappingarneytarnir hjá Nystrand undrast men ivast

Stjørnurnar á 100-teininum undrast sambært hesi grein í SwimNews á at Stefan Nystrand kundi svimja so skjótt longu nú, tá ið tað enn er langt til OL í Beijing. Teir halda at tað má vera tekin uppá ov lítla tunga venjing beint nú, og tað tí er ivasamt um Nystrand kann møta á OL við líknandi formi.

Pieter van den Hoogenband viðgongur at hann ikki kann svimja 45.83 á stuttbana nú, og at hann yvirhøvur bara kann svimja harum einar 2-3 ferðir um árið, men at hann nokk skal vera klárur á langbana í Beijing. Sama sigur kanadiski Brent Hayden, at hann hansara venjingarnøgd í løtuni ikki loyvir honum at svimja so skjótt, men at alt tað broytist til OL. Og italski Filippo Magnini sigur seg beinleiðis vera róligur, at Nystrand ómøgliga kann halda handan formin teir komandi 9 mánaðirnar, við so lítlari venjingarnøgd sum Nystrand hevur.

Nystrand venur nevniliga ikki meira enn 20 km um vikuna, har hinir lættliga hava tað trífalda. Magnini flennti í samrøðurni og segði at hann svam 13-14 um dagin. So stóri spurningurin er nú um Nystrand fer at kunna svimja so skjótt, ella um hinir hava rætt at hann ikki kann halda seg á slíkum støði við so lítlarni venjing. Livst so spyrst.

3 thoughts on “Kappingarneytarnir hjá Nystrand undrast men ivast”

  1. Sikken nakað lo… at lukka út. Men tað er so typiskt sprintarar at trash tosa um hvønn annan. Nystrand kemur netup at halda formin av tíð at hann sikkurt hevur enn størri talent enn tað hann hevur víst. Við so “lítlari” venjing og svimja so skjótt, hann skal nok gerast klárur. Hava teir longu gloymt 0:47,9 á langbana, har Magnini sá út til at standa stillur ? Vandi Nystrand kanska meira tá ?

    Frágreiðingin, og hemmiligheitin hjá Nystrand, finnist í tí hann gerð á landi, tað hann gerð ímillum vatnvenjingarnar. Og tað er ikki kanylir sum ein vaksandi %partur av italsku ítróttarfólkunum nýta. Teir gerast klókari, I´ll bet on it!

    Og so var tað Hoogenband sum stakk halan ímillum beinini tá ið Phelps meldaði út, at 200m frí stó á hansara OL skrá. Klovn.

    SM er beint nú, Magnini er klistraður til livetiming.se 100% LOL

    1. Tað er nokk so sigandi at SwimmingWorld í hesum døgum skrivar tíðindi omaná tíðindi um svensku meistarakappingina í stuttum hyli, eisini hóast tey ‘bara’ seta svensk met:

      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/16292.asp
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/16288.asp
      http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/16285.asp

      [Til fjølmiðlarnir… tá ið eg skrivi ‘bara’ omanfyri, er tað ikki tí at eg haldi at tað er vánaligt av svium, men tí at svensku metini eru so mikið góð, at tey eisini eru heimstíðindi. SwimmingWorld er amerikanskt tíðarrit]

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.