Um eina viku møtast 89 svimjarar úr Norðanlondum í høllini í Gundadali, at kappast um norðurlendsku juniormeistaraheitini. Føroyingar luttaka við 11 svimjarum, harav serliga vágbingurin Pál Joensen kann føra til at føroysk svimjing verður kend og viðurkend sum ongantíð áður.
Éitt heiðursmerki er nóg mikið til at útlendingarnir fara at nikka viðurkennandi til føroyingar, líka mikið um tað bara eru úr bronsu. Eitt silvurheiðursmerki er líka gott sum fyri tveimum árum síðani, og prógv um støðugt høgt støði í Føroyum (í fjør vunnu vit 4 bronsu). Eitt gullheiðursmerki? Well, tað hevði ljóðað utopiskt fyri bara fáum árum síðani, og hevði kanska viðført at útlendingarnir heldur stirnaðu enn at nikka.
Men Pál kann vinna fleiri. Gullheiðursmerki. Í løtuni er støðið hjá honum sambært altjóða ranglistunum so høgt, at hann kann gera seg alvorliga galdandi í øllum fríteinum frá 200 til 1500. Banka undir borðið og alt hatta har, men hann liggur altso til fínastu heiðursmerki, um ikki útlendingarnir hava krógvað síni størstu talent.
Samstundis gerst Kári á Høvdanum bara betri og betri, og er tí at rokna sum okkara jokari á stevnuni. Svimur hann upp um sítt besta, og hinir kanska ikki liva heilt upp til sítt, so kann alt henda. Og hendir tað – vinnur Pál gull, og Kári eisini okkurt – so er tað líka við at hini eisini kunnu gera seg galdandi. Tí tá kunnu vit gera okkum dælt av øllum tí sum hoyrir til at vera á heimabana, meðan hini í skelki spekulera uppá hvat tað var sum hendi.
NJM er størri enn Oyggjaleikir, tá ið tað kemur til góðsku á svimjarum. Norðurlond eru ikki at kimsa at, tí serliga sviar eru støðugt í heimsflokki, meðan hini londini eisini ferð eftir ferð stinga seg upp í millum. Og tað er tí ikki so langt frá einum norðurlendskum juniormeistaraheiti til eitt evropeiskt, sum man kanska hevur hug til at halda. Og EJM… EJM er longu komandi summar !
Halló Webmaster
Hvussu er vori við tilmeldingum til NJM, er við at verða klárt við einum startlista ? 🙂
Ella hevur Føroyar ikki melda til enn ? 🙂 Vita tykur hvat dekning NJM fær ? Eg hugsi um SVF oa.
Eg havi allar tilmeldingar her hjá mær, men tíverri ikki tíð enn til at tasta inn. Tað verður vónandi um ca 15 minuttir, so at eg nái at fáa tastað alt inn áðrenn NJM-fyrireikingarfundin kl 16:30-20:00.
Um tað kann troysta nakað, so havi eg lúrt í 1500 metra tíðirnar. Tað sær gott út 🙂