Orsøkin er sambært høvuðsvenjaranum har norðuri, at tað er frítt at koyra gjøgnum tunnilin nú í vikuskiftinum, og at høllin tí skal vera opin fyri almenninginum. Tey vita ikki enn nær stevnan so kann verða.
Orsøkin er sambært høvuðsvenjaranum har norðuri, at tað er frítt at koyra gjøgnum tunnilin nú í vikuskiftinum, og at høllin tí skal vera opin fyri almenninginum. Tey vita ikki enn nær stevnan so kann verða.
Eg veit at kappingin fellir saman við at tað er frítt at koyra gjøgnum tunnilin nú í vikuskiftinum, og at aðrar kappingar fullu á líknandi vikuskifti. Men alíkavæl kann eg ikki hugsa sum tey gera í Klaksvík, ikki nú kappingin hevur veri á kalendaranum hjá SSF í eitt ½ ár.
Sorry, men tað er ikki No.1! Eg var eitt sindur harður við UM svimjararnar nú UM var, men er hettar ikki eitt sindur verri ? Og neyvan er tað við í planinum hjá Ægir, um at gerast besta felag í Føroyum innan, ja eg minnist ikki heilt, men var tað 3-4 ár? Her má ein dialogur við Klaksvíkar kommunu í gongd. Tað er ikki nokk at hava nógvar svimjarar, rammurnar um felagi mugu fungera og her má kommuna og felag arbeiða betur saman. Kanska ov nógvar kappingar liggja í Klaksvík áðrenn Jól ?
Ja Jòn, hatta var ein verri ein. Hatta kom óvæntað á meg aftaná venjingina í morgun… eg fái tíanverri ikki gjørt nakað við hatta.
Hoyrdi akkurát í útvarpinum, at ÍSB eisini hevði ætlað sær svimjistevnu í Klaksvík í vikuskiftinum (sunnudag), men at tey nú í skundi vórðu noydd at flyta hana til Havnar. Tey vóru ikki blíð.
So uttan at kenna nakað til málið, ljóðar tað fyri mær sum um at felagsnevnarin er Klaksvíkar Býráð. Ella kanska høllin.
Eg hevði eitt prát við Símun A. í morgun, og hann segði sum var. At býráðið segði stop!
Okur kunnu so bara gita hvat tað var sum var galið, men líkamikið, so er tað ein keðilig støða at koma í hjá Ægir, og fyri allar Bólk 1+2 svimjarar í Føroyum.
Okur læra øll nakað av hesum, kommunikatión og avtalur skulu vera í lagi so skjótt sum svimjiári byrjar. Og tykur í Klaksvík skulu bara vita, at tað er mest av øllum SSF eg hugsi um her, hóðast tað ikki hevur so nógv við akkurát hesa kapping at gera 🙂
Nú er so at halda jólakappingar fyri tey yngru, og so hava tey “gloymt” hendan lítla svipsaran. HO-HO-HO 🙂