OK, teir høvdu tveir við í 50 metra finaluni, so tað var kanska ikki heilt av leið at klára seg væl í stafettini eisini. Men altso, gull og heimsmet til Svøríki í allarseinastu kappingini á EM í Debrecen, við tíðini 1:24.19. Tvey evropeisk met vórðu eisini sett í dag, tá ið ungi ungarski Dani Gyurta vann 200 bringu í tíðini 2:05.49, og russiska Yuliya Efimova vann 100 bringu í tíðini 1:04.95.
Petter Stymne var í finaluni í 50m frí har hann gjørdist nr.4 við 0:21,60
Í dag byrjaði hann so hjá Svøríki, og svam sama teinin uppá 0:21,41 og tað er 16/100 skjótari enn Alain Bernard úr Fraklandi sum gjørdist nr.3 í 50m frí finaluni.
Øv Stymne, men gott at vita at ein er skjótari enn 3. plássi 🙂