Kringvarpið skrivar her at Elspa skal kappast í 200 blandað nú leygardagin í Esbjerg. Hetta er sum kunnugt greinin har hon fyrr í desember var sera stutt frá at seta danskt juniormet. Og rættiliga áhugavert, so skriva tey eisini, at “gongst sum ætlað, verður Elspa Mørkøre við í kapping her heima fyrst í nýggja árinum”
Hyggja vit í kalendaran hjá SSF, so er kapping her heima annaðhvørt HS-stevnan 13.-14. januar, ella ‘føstulávints-kappingin’ í Klaksvík tann 17. februar. Altso um talan skal vera um kapping ‘fyrst í nýggja árinum’, tí eftir tað er steðgur í kalendaranum inntil FM í apríl.
PHF skrivar á sport.fo
Í eini seinastu roynd at taka tað danska juniormetið í 200 blandað royndi Elspa Mørkøre seg á hesum teini í morgun. Metið er 2.17,14 og er frá 28/10-2000. Metið Julie Hjorth Hansen. Elspa svam teinin í tíðini 2.17,4 (824 Fina stig) og hervið setti hon persónligt met. Elspa kemur heim til Føroyar fyrst í januar har hon skal venja við Fuglafjarðar Svimjifelag í 14 dagar. Og hervið eru dagarnir hjá Elspu sum juniorur við at verða taldir.
Ótrúliga góð tíð av Elspu um ein líka hugsar um støði hjá Juliu Hjorth. Hon var í A-finalu til HM í Melbourne, og telur tí ímillum allar bestu blandað svimjarar í heiminum.
Kundi hugsa mær at vita split tíðirnar hjá Elspu. Seinast var hon gott úti, men kom ikki so skjótt heim í cr sum ein kundi vanta av einari 2:03 200frí gentu. Men sum PH skrivar, hon er í tungari venjing.