Pál Joensen varð júst nú kosin at vera ársins føroyska ítróttarnavn ár 2007, í stóru kappingini “Stjørnukast” hjá Kringvarpi Føroya. Hann varð klárt á odda við 2267 stigum. Katrin Olsen varð nummar tvey við 1566 stigum, og Elspa Mørkøre varð nummar trý við 1164 stigum. Til lukku tit trý 🙂
Eitt stórt tillukku Pál, tú hevur so hjartaliga uppiborið hetta.
Okur eru øll stolt av tær, tú skuldi hoyrt skotini her í Vági, beint eftir at tað var kunngjørt.
Heilsan Heri Mortensen