Herfølge, 27. oktober 2007 kl 09.24:
Turið, Óluva og Magnus eru komin í finaluna í 50 firvald, Turið eisini í 50 bringu, og her er enn nógv eftir.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 09.24:
Turið, Óluva og Magnus eru komin í finaluna í 50 firvald, Turið eisini í 50 bringu, og her er enn nógv eftir.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 09.24:
Øgiligir klor-dampir í høllini, so vit mugu regluliga út til roykjararnar at fáa fríska luft.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 07.04:
Tíðarpressið her ger at vit illa fáa fylgt við í DKM. Hoyra tó at Pál er besti evropeiski juniorur í 800 frí í løtuni, sum er fantastiskt.
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 07.04:
Enn eru eingin fólk komin og høllin er tí livilig. Men støðan verður verri, lova tey kønu :-S
umvegis flot.info
Herfølge, 27. oktober 2007 kl 07.04:
Svumu stafettir umleið kl 22:30 í gjárkvøldið, ótu døgverða kl 23 og koyra so buss aftur kl 06:45 (upp kl 7). Tey vaksnu náddu enntá at fundast í nátt.
umvegis flot.info
Hetta fyrsta kvøldið er øgiliga drúgt, og høllin er sum ein sauna. Vit fara tí í heilum út í forhøllina at svala okkum á.
umvegis flot.info
Køge, 26. oktober kl 16.53:
Kári á Høvdanum sorlaði hinar sundur í 400 frí við tíðini 4:12.43, sum er persónligt met við 6 sekundum. Næsti maður var uppi í 20-unum onkunstaðni.
umvegis flot.info
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.45:
Felags infofundur var í kvøld, har Petur Heðin & co skitsaðu upp spælireglurnar fyri komandi dagar. Sovorðið sum nær vit skuldu avstað í morgin, hvat vit skuldu eta, hvør sum skuldi svimja stafett, og annað. Vit trenaðu eisini róp og klapp til at brúka á stevnuni.
Aftaná hevði Johan Martin eitt heldur skemtiligt innslag við undarligum spølum, sum eg tíverri ikki fái víst tykkum beint nú, av tí at eg onga mynd tók við fartelefonini. Men eg tók hinvegin tað mesta upp á video, sum eg skal royna at fáa á heimasíðuna seinni.
umvegis flot.info
Køge, 25. oktober 2007 kl 23.37:
Nei hetta eru ikki Jón Bjarnason og Petur Heðin á Fløtti sum taka sær av løttum uttanfyri vallaraheimið í kvøld !!
umvegis flot.info