Hví gevast svimjararnir?

Danski elitusjefurin Lars Sørensen hugleiðir her í bloggi sínum á svoem.dk, um hví so nógvir svimjarar gevast tá ið tey náa umleið til studentaskúlaaldur.

Hann spyr um trupulleikin ikki liggur í ‘tríeinigheitini’ skúli, svimjing og familja/vinir. At tað ikki bara vegna skúlating er hart at skifta frá fólkaskúla til studentaskúla, men eisini tí at familja og vinirn trekkja meira og meira, samstundis sum svimjivenjingin verður meira tíðarkrevjandi. Og argar so við at spyrja, um tað yvirhøvur ger nakað at svimjarar gevast, tá ið teir innsíggja at teir allíkavæl ikki fara at koma á landsliðið.

Hann vísir á tilfar frá einum donskum kraftsentur-fundi herfyri, har tey viðgjørdu hetta evni. Ein Søren Østergaard hevði eina Powerpoint framløgu um hvussu ungdómurin yvirhøvur er í hesum aldri, og á eitt felags skriv um hvat luttakararnir hildu um orsøkirnar til fráfall, í bólkaarbeiði á fundinum.

Stutt sagt, so sær tað út til at luttakararnir hildu at orsøkin til fráfall var at finna í skúlaskiftinum, í ‘lívsrytmuni’, og í samspælinum við venjara og aðrar svimjarar. Svimjararnir hava brúk fyri at síggja eina meining við venjingina, at teir hava týdning fyri liðið, og at venjarin er búgvin til at venja slíkar svimjarar. Økonomiin hevur sjálvsagt eisini týdning, við tað at svimjingin minkar um møguleikan fyri frítíðarstarvi.

Reint praktiskt vóru uppskot til at minka um fráfallið, at skapa meira ‘race’ í kappingunum, fleiri kappingar millum svimjifeløgini (sum vit forrestin yvirhøvur ikki hava í Føroyum, uttan hetta at telja upp heiðursmerki), at hava stytri men títtari stevnur, at hava eitt DM fyri ung (ok, vit hava UM), at leingja um junioraldurin, og at seta í verk eitt ‘meiningsfult’ B-landslið við reellum aktivitetum.

Hvat halda tit? Persónliga haldi eg vit hava hendan trupulleika eisini í Føroyum, og at ungdómurin sjálvur dugir at orða hann væl, við “eg havi for nógv at gera”. Sjálvur vildi eg ynskt at føroyski svimjararnir fingu møguleika sum Team Danmark íðkarar í Danmark, at taka studentaskúla yvir 4 ár, við færri tímum hvørt árið. Og so er hetta við búskapinum bestemt eisini ein trupulleiki, bæði hjá svimjarum og foreldrum, nú tað kostar 1000 krónur at sleppa á eitt líkinda ungdómstiltak (her hugsi eg um festivalarnar).

Elspa sett seks met afturat (!)

Elspa hevur so sanniliga fingið ein góðan start uppá sína venjing í Danmark, nú hon uppá tvey vikuskifti hevur sett tilsamans 9 føroysk met. Sum tit kunnu lesa m.a. her á ssf.fo, so hevur hon á Thisted Cup í vikuskiftinum sett føroysk met í 100 firvald (1:05.51), 100 frí (58.07), 100 blandað (1:05.73), 200 blandað (2:21.22), 50 rygg (29.36) og 100 rygg (1:03.78) , harav hon átti øll áðrenn uttan metið í firvald.

Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði

Fuglafjarðar Svimjifelag bjóðar í viðfesta skjali til svimjistevnu fyri bólkar 1 og 2, at verða í Fuglafirði leygardagin 13. oktober kl 11:00. Bólkur 2 Bólkur 1 sleppur at hita upp frá kl 09:45, og bólkur 1 bólkur 2 sleppur so til tá ið bólkur 2 bólkur 1 er liðugur at kappast. Heiðursmerki verða handað í øllum kappingum.
Continue reading Innbjóðing til Føroya Banka Cup í Fuglafirði

Elspa sett trý føroysk met í vikuskiftinum?

Elspa Mørkøre hevur sambært sport.fo sett trý føroysk met í vikuskiftinum, á teimum trimum rygg-teinunum sum eru. Í 50 rygg var tíðin 29.43, í 100 rygg 1:03.87, og í 200 rygg 2:16.03. Viðmerkjast skal tó at nýggju metini ikki eru váttað av SSF enn, og tískil møguliga ikki eru galdandi, vegna reglurnar fyri hvussu ein kann seta føroyskt met.

Ikki at eg hervið pástandi at har var nakað galið; men har eru bara ymiskar reglur sum fyrr hava forðað føroyingum í at seta met uttanlanda. Um ikki reglurnar eru broyttar her tað seinasta árið, so er tað okkurt við at Elspa skal hava luttikið fyri landsliðið, ella at luttøkan á svimjistevnu uttanlanda skal hava verið fráboðað SSF í góðari tíð.

Eg kenni ikki umstøðurnar nóg væl, men róti meg út í hetta fyrivarni vegna at Kári á Høvdanum brendi seg av líknandi umstøðum í fjør.

tsvim.com er nú susvim.com

Reidar hevur nú flutt alt tilfar av www.tsvim.com yvir á www.susvim.com soleiðis at Suðuroyar Svimjifelag nú hevur sína egnu heimasíðu. Kanska alt ikki er sum tað eigur at verða beint nú, so um tú finnir ein feil, so sig vinarliga frá. Her er tildømis ikki uppdateraður listi við venjarum, men alt hettar kemur. Okur ætla eisini at hvør svimjari úr 1. 2. & 3. liðið skal hava sín egna lítla profil við mynd. Tað verður so upp til mín at fara í gongd við myndatólinum 🙂

Móttøka fyri Harry og Emmu mánadagin

Í samband við við at Harry og Emma Hansen gevast eftir drúgva tænastu í svimjihøllini á Toftum, verður høvi at heilsa uppá tey í veitsluhølinum á Vesturskin nú mánadagin 1.oktober frá kl. 15 – 17. Sí heimasíðuna hjá Nes Kommunu.

(ja eg veit at hetta er nokk so lokalt, men tá ið eg nú sá tað á tsvim.com fyrst 😉

Áhugaverdur amboðskassi hjá danska svimjisambandinum

Kom nú tilfeldigvís fram á hesa síðu á svoem.dk, í sambandi við at eg leitaði eftir onkrum øðrum. Her eru øll møgulig amboð til serliga stevnufyriskipan, so sum ein hondbók til fyriskipan av meistaraheiti, og ein kekklisti til sama. Umframt máldomaraseðlar, stafettseðlar og annað. Kanska føroyingar skuldu gjørt okkurt líknandi? Continue reading Áhugaverdur amboðskassi hjá danska svimjisambandinum