Sensurur á svimjing.com

Ja so kom tað hartil, tíverri. Eftir at hava tosað við Bartal og Ottar í kvøld, so havi eg avgjørt at taka burtur nakrar viðmerkingar her á heimasíðuni, av tí at har vóru beinleiðis persónlig álop í teimum. Tað er við ringum tannabiti; men vit halda ikki at føroyska svimjingin er klár til at hava sovorðið opið stríð liggjandi á eini almennari heimasíðu, og tað var so í øllum førum ikki endamálið við svimjing.com.

Sjálvur haldi eg at kjak er gott, í øllum førum millum røttu viðkomandi. Eisini klandurskjak. Sum Sørin S Djurhuus segði tað, tá einaferð á einum fundi ella onkrum tílíkum, so er tað einki sum kann reinsa luftina so væl sum eitt ordiligt klandur aftanfyri afturlætnar hurðar. ‘Lata hurðina aftur og so ordiliga skelda seg lidnan’.

Men altso, vit vilja gjarna at hendan heimasíðan skal vera eitt positivt stað at fáa kunning um føroyska svimjing. Fyri at menna svimjingina, styrkja um samanhaldið hjá teimum sum longu eru uppi í svimjingini, og kanska lokka onnur til eisini. Hvør veit, kanska enntá áskoðarar 🙂

Bartal helt, at um ikki eg trekti eina linju nú, so fór tað at verða torført at trekkja hana seinni. Til dømis um onkur skuldi lagt ógvusliga eftir onkrum sum kundi tulkast at vera nærri mær sjálvum. Tá fór tað at virka ógvuliga partískt at byrja at taka burtur viðmerkingar, um eg longu hevði lovað fólki at leggja eftir øðrum.

Tí er ‘lætta’ loysnin at taka alt burtur sum inniheldur beinleiðis persónlig álop. ‘Taka burtur’ merkir her at goyma tey aftanfyri, heldur enn at strika. Eg havi tikið tey aftur, á sama hátt sum eg kann geva út. So um nakar er ógvuliga fortørnaður um at hava mist sítt tilfar, so kann eg senda viðkomandi tað í telduposti.

Eg vóni at lesarar og brúkarar skilja okkara støðu. Vit vilja helst ikki styggja fólk burtur við at strika, men heldur ikki enda við eini síðu sum bara er kend fyri klandur. Um tit vilja tala at onkrari støðu, so roynið vinarliga at gera tað uppá ein so positivan máta sum gjørligt, og uttan at nevna persónar ov nógv. Minnist til at eisini fjølmiðlar hyggja inn á síðuna, av og á.

Við svimjikvøðu

Rókur

PS Barba: Ein viðmerking hjá tær er av órøttum tikin aftur, av tí at hon var eitt aftursvar til viðmerking sum nú er burtur. Tú rósar annan venjaran; men tá ið eg hevði tikið fyrru viðmerking burtur, sá tað út sum um at tú rósaði mær (tí at eg hevði skrivað eina viðmerking beint áðrenn). Tað kunnu vit ikki hava 🙂

Dåm ?

Vit eru nøkur foreldur, sum fara niður til Dåm í Ringe tann 16-17 juni við 4 gentum í bólki 2, eg sum foreldur ,havi fingi nakrar ferðir, at vita at støði er so høgt í Dåm kappingini ,at tað ikki skæl vera gott fyri hesar ungu dámur at fara hendan túrin, sjálv meini eg at tær eru so væl fyri at , tað er bara gott fyri tær at royna naka nýtt innan fyri svimjing, veit nakar um Dåm fra fjør av ella okkurt um tað…..:)

Gallaveitsla leygarkvøldið

Svimjisambandið bjóðar til árligu svimjigallaveitsluna nú í annaðkvøld kl 19 á Hotel Føroyum, ‘fyri FM-svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum og svimjiáhugaðum annars’. Viðfest er upprunaliga innbjóðingin frá SSF.

Vanliga er skráin á gallaveitsluni at vit eta ein góðan døgverða, við sangi og undirhaldi afturvið. Ársins svimjarar verða præsenteraðir, og kanska ársins ditt-og-datt eisini (firvaldasvimjari, sprintari, stjørnuskot, venjari, hjálparfólk, …).

Allarhelst heldur Jón Hestoy eisini eina av sínum vanligu drúgvu men rímiliga undirhaldandi røðum 😉

Eftir døgverða og steypahandan er so tónleikur og dansur. Gevið gætur at tað ikki verður nøkur renning rundan um hotellið í svimjibuksum, við tað at Pál faktiskt ikki kláraði meira enn 10 av 12 gullheiðursmerkjum.

Hvat við teimum næstbestu ?

Hallow tit !

Er nøkur framtíð fyri tey næstbestu ? Hví er ongin kapping fyri teir elstu svimjararnar uttan luttøku av unglingunum ? og hvat við teimum sum “næstan kláraðu oyggjaleikaluttøku ?

Føroysk svimjing er bert fyri 3 – 5 teir bestu svimjarar vit eiga. Við vegamót ið “liggja” einir 20 svimjarar sum ongan góðan eiga.  !!

Skal tað ikki verða kapping fyri tey sum ikki klára OYL-kravið ?

Hvat við unglingunum ? Hví er onki unglingalandlið ?

Kann nakrar svara  -  og hvar er SSF ????

Speglið tykkum í hinum ítróttargreinunum !!!

Hvør tímir at sita til Gallaveitslu og hoyra somu 2 nøvn ár eftir ár verða lisin upp ?

Takið tykkum saman !!!!!

UM 2007

frid viðmerkti her:

“Ja eitt super FM.  Tillukku, vit eiga góðar og evnaríkar svimjarar…Latið okkum gera alt so gott fyri teir so teir hava hug at halda fram..

UM 2007 verður so síðst í mánaðinum, eitt sindur øvugt at hava UM eftir FM.

Men hvar verður UM, onkur segði í Vági, tað fái eg ikki at passa, tí mær vitandi eru ikki el tíðir har ?

Fyri ca. einum árið síðan bleiv viðtikið á SSF fundi í Havn at allar meistarakappingar skullu verða við el tíðum, og sjálvandi skal tað tað, alt annað er a ov tilfeldugt.”

Continue reading UM 2007

Gudmundur og Ottar eisini úttiknir til Oyggjaleikir

Fyrstaliðsvenjarin hjá FLOT, Ottar í Hjøllum, varð eisini úttikin til Oyggjaleikir, sunnudagin. Ikki í svimjing (hóast hann faktiskt luttók fyri FLOT á FM í svimjing, sama dag), men í triathlon. Hann fekk fjórða og seinasta pláss hjá monnum til Oyggjaleikir, meðan ein annar svimjiveteranur, Gudmundur Joensen úr HS, fekk fyrsta. Og undirritaði sleppi eisini við, heilt uttan at fáa sveittan fram 🙂

Úrslitini frá úttøkukappingini í triathlon síggjast her á alnetinum. Men eg kann kanska stutt at draga saman um her niðanfyri:

Navn 1500m svimjing Skift 40km súkkling Skift 10km renning Tilsamans
Gudmundur Joensen 0:20:53 0:01:31 1:13:07 0:00:25 0:39:22 2:15:18
Áslakur Nesá 0:29:00 0:01:52 1:07:35 0:00:17 0:38:43 2:17:27
Andrass Joensen 0:26:35 0:01:40 1:09:57 0:00:27 0:41:06 2:19:45
Ottar í Hjøllum 0:21:54 0:02:08 1:15:50 0:00:28 0:46:53 2:27:13
Evald Rasmussen 0:25:17 0:01:29 1:23:08 0:00:34 0:47:52 2:38:20
Súsanna Skylv 0:21:51 0:03:09 1:20:14 0:00:33 0:43:29 2:29:16

Saman um tikið vórðu øll av hesum úttikin uttan Evald, sum tó kann troysta seg við at hann eftir øllum at døma skal við til Rhodos sum svimjidómari. Tvær raskar gentur afturat eru í triathlon-hópinum, sum til dagliga venja og kappast og vinna í Danmark.

Sjálvur skal eg við sum venjari og liðleiðari hjá teimum.

Samandráttur av FM 2007

Hetta FM var einastandandi hvat dygd og breidd viðvíkur. Eg havi fyribils talt 14 føroysk met, 21 bólkamet, 37 ferðir at svimjari kláraði minst éina ferð undir oyggjaleikakravtíðina í eini grein, og 8 ferðir at vinnaratíðin á FM varð betri enn vinnaratíðin á Oyggjaleikum 2005. Oyggjaleikahópurin er við 9 dreingjum og 8 gentum metstórur í ár, og saman um tikið hava tey tilsamans 12 bestu tíðir sum eru betri enn vinnaratíðin á síðstu Oyggjaleikum. Umframt nógv føri har tey eru heilt nær at gullinum.

Hetta eru tær góðu tíðir sum eg fyribils havi funnið úr rúgvuni, við at granska viðfesta úrslitalista frá FM 2007. Tær sum standa á listanum burdu passa, men gev gætur at eg mest sannlíkt havi yvirsæð nøkur bólkamet, og kanska annað eisini. Ørminnist at Turið setti meira enn eitt bólkamet, og møguliga Alvi eisini. Rættið í viðmerkingunum, so rætti eg tað á listunum eisini 🙂

14 føroysk met:

  • 50 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 29.89
  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
  • 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
  • 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66
  • 4×100 frí kvinnur, TS, 4:04.77 
  • 4×100 blandað kvinnur, TS, 4:34.94

Minst 21 bólkamet:

  • 50 firvald menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
  • 50 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn B3, Magnus Jákupsson, 0:33.52
  • 50 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn B2, Alvi Hjelm 1:23.10
  • 100 rygg menn B5, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 rygg kvinnur B2, Jonna Bjartalíð Thomsen, 2:54.46
  • 100 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 1:17.87
  • 200 bringa kvinnur B5, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 50 frí kvinnur B4, Guðrun H. Jacobsen, 0:30.66
  • 50 frí kvinnur B5, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí menn B2, Alvi Hjelm, 31.47
  • 50 frí menn B5, Pál Joensen, 0:26.74
  • 100 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 1:10.37
  • 200 frí kvinnur B2, Turið Christiansen, 2:35.99
  • 200 frí menn B2, Alvi Hjelm, 2:29.89
  • 400 frí menn B5, Pál Joensen, 4:00.31
  • 100 blandað menn B5, Pál Joensen, 1:01.94
  • 200 blandað menn B5, Pál Joensen, 2:12.81
  • 4×50 frí kvinnur B2, Reki, 2:20.93

Minst 37 ferðir undir oyggjaleikakravtíð:

  • 200 firvald kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 2:30.23
  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 50 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 27.29
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 100 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 59.37
  • 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:25.83
  • 200 rygg menn, Kári J. á Høvdanum, 2:08.20
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen
  • 50 bringa menn, Dánjal Martin Hofgaard, 31.45
  • 200 bringa kvinnur, Malan V. Bærendsen, 2:45.52
  • 200 bringa menn, Pál Joensen, 2:27.41
  • 200 bringa menn, Jákup Øssursson, 2:28.54
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 50 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 27.53
  • 50 frí menn, Kristian Olsen, 23.97
  • 50 frí menn, Pauli Ø. Mohr, 24.52
  • 50 frí menn, Beinir E. Danielsen, 24.66
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
  • 100 frí kvinnur, Shaila millum Garðarnar, 59.45
  • 100 frí kvinnur, Jutta Thomsen 1:00.93
  • 100 frí menn, Kristian Olsen, 52.49
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 200 frí kvinnur, Mona Simonsen, 2:10.32
  • 400 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 4:23.83
  • 400 frí kvinnur, Mona Simonsen, 4:30.99
  • 400 frí kvinnur, Anna Kathrina Eysturberg, 4:35.66
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 400 frí menn, Andrass Thomsen, 4:07.40
  • 800 frí kvinnur, Mona Simonsen, 9:14.73
  • 1500 frí menn, Pál Joensen, 17:08.81
  • 100 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:08.55
  • 100 blandað kvinnur, Lisbeth L. Joensen, 1:10.12
  • 100 blandað menn, Pál Joensen, 1:01.94
  • 100 blandað menn, Beinir E. Danielsen, 1:02.08
  • 100 blandað menn, Andrass Thomsen, 1:02.33
  • 100 blandað menn, Pauli Ø. Mohr, 1:02.67
  • 200 blandað kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:26.97

8 ferðir FM-vinnari skjótari enn Oyggjaleikavinnari 2005:

  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 30.67
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.38
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66

Metnógvir 17 svimjarar úttiknir til Oyggjaleikir 2007:

  • Elspa Mørkøre, FS
  • Karina Petersen, HS
  • Høgni Miné-Rasmussen, HS
  • Bjørg Seloy, HS
  • Andrass Thomsen, HS
  • Dánjal Martin Hofgaard, TS
  • Beinir E. Danielsen, FLOT
  • Pál Joensen, VS
  • Malan Vitalis Bærendsen, TS
  • Mona Simonsen, TS
  • Shaila millum Garðarnar, TS
  • Lisbeth L. Joensen, HS
  • Jutta Thomsen, TS
  • Jákup Øssursson, FS
  • Kári J. á Høvdanum, FS
  • Kristian Olsen, Ægir
  • Pauli Ø. Mohr, FS

Minst 12 ferðir hava aktivir, føroyskir oyggjaleikaluttakarar skjótari persónligt met enn tann tíð sum gav gull á Oyggjaleikum 2005:

  • 50 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 29.77
  • 100 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 1:04.12
  • 200 rygg kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:18.11
  • 50 bringa kvinnur, Karina Petersen, 34.97
  • 50 bringa menn, Beinir E. Danielsen, 31.11
  • 50 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 26.91
  • 100 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 58.25
  • 200 frí kvinnur, Elspa Mørkøre, 2:04.48
  • 400 frí menn, Pál Joensen, 4:00.31
  • 800 frí kvinnur, Jutta Thomsen, 9:08.02
  • 1500 frí menn, Pál Joensen, 15:56.21
  • 4×50 frí kvinnur, TS, 1:51.66

12 gull í svimjing á Oyggjaleikum? Tað vildi verið ófatiliga skeg 🙂

Anatoli Poliakov tikin fyri doping

Dopingkanningar staðfestu anabolska steroidið Boldenone í eini roynd hjá russiska firvaldasvimjaranum tann 23. januar 2007, sum kanska forklárar hví hann ikki luttók á heimsmeistarastevnuni í Melbourne herfyri. Boldenone er annars mest kent sum dopingevni í ríðing… altso sum evni sum hestarnir verða dopaðir við, heldur enn tey sum ríða.

Lesið tíðindini á SwimNews.com og SwimmingWorldMagazine.com.