Inge de Bruijn er givin

Tað kemur kanska ikki bak uppá nakran, nú hon hevur ikki luttikið á nakrari altjóða stevnu seinastu trý árini, síðani OL í Athen í 2004. Men nú er tað so offisielt. Inge de Bruijn vann gull í 50 frí á olympisku leikum í 2000 og 2004, umframt í 100 frí og 100 firvald í 2000. Hon hevur eisini sett heimsmet í 50 frí, umframt verið heimsmeistari og europameistari (sí wikipedia).

Fer Phelps at taka 8 gull ?

Eingin svimjari hevur nakrantíð vunnið 8 gullheiðursmerki á heimsmeistarastevnu, men Michael Phelps úr USA er eitt gott boð at gera tað hesu ferð. Hann skal luttaka í 5 einstaklingakappingum, harav hann eigur heimsmetið í 200 og 400 blandað, í 200 firvald, er næstskjótasti nakrantíð í 100 firvald, og forsvarandi heimsmeistari í 200 frí. Og ferðin burdi verið har, við tað at hann setti heimsmetið í 200 firvald so seint sum 17. februar í ár.

5 einstaklingakappingar eru sjálvsagt ikki nóg mikið til at vinna 8 gull. Men serfrøðingarnir vænta at hann skal luttaka í teimum trimum stafettunum eisini (4 x 100 frí, 4 x 100 blandað og 4 x 200 frí), um ikki onkur annar verður valdur í staðin fyri hann.

Amerikanar eru absolutt kvalifiseraðir til at taka gullheiðursmerki (og heimsmet) í serliga blandað stafettini, við tað at aktivir svimjarar hjá teimum eiga heimsmetini í bringu, rygg og firvald, umframt teir óivað eiga góðar crawlsvimjarar eisini.

Men trupulleikin hjá Phelps er akkurát hesin, at ‘hin’ firvaldasvimjarin, Ian Crocker, heimsmethaldari í 100 firvald, eisini er amerikani. Phelps jagstraði eisini heimsmet í heiðursmerkjum í Olympisku leikunum í Athen, men ‘gav’ tá firvaldaplássið til Ian Crocker, av tí at Phelps vísti seg ikki at vera heilt í stoytinum, meðan Crocker var flúgvandi. Og teir settu heimsmet og alt hatta har.

Viðvíkjandi kapping í einstaklinakappingunum, so er Phelps fullstendiga einaráðandi í 200 firvald, meðan hann kann fáa kapping frá t.d. Laszlo Cseh úr Ungarn í blandað, og frá t.d. Pieter van der Hoogenband og Grant Hackett í 200 frí. Ein lætti má tað tó vera, at heimsmethaldarin í 200 frí, Ian Thorpe, er givin, og Phelps tí er tann av hesum sum hevur svomið teinin skjótast.

Av øðrum ‘metum í heiðursmerkjum’ kann nevnast, at Grant Hackett hevur møguleika at seta met í flest heimsmeistaraheiti í somu grein á rað, við at hann til nú hevur vunnið 1500 frí gullheiðursmerki rað. Hann og Hoogenband fara eisini eftir hvørjum sínum meti á OL næsta ár, tá ið báðir kunnu gerast fyrsti maður sum vinnur OL-gull í somu grein 3 ferðir á rað, Hackett í 1500 frí og Hoogenband í 100 frí.

Upprunalig tíðindi á Eurosport

Myndin er fingin av Flickr-kontoini hjá ‘Danzden’

Stevna í Havn 16. – 18. mars 2007

HS og Norðoyar Sparikassi bjóða til svimjistevnu í Havn, komandi vikuskiftið 16. til 18. mars 2007, fyri bólk 3 og eldri. Kappingin byrjar við upphiting fríggjakvøldið kl 19:30, og endar so aftur sunnumorgunin áðrenn kirkjutíð. Tilmeldingarnar skulu vera inni mikukvøldið 14. mars kl 21:00. Innbjóðing og tilmeldingarfíla eru viðfest her niðanfyri.

Danir vænta sær IKKI heiðursmerki í Melbourne

Mette Jacobsen er givin, og Louise Ørnstedt er nýliga byrjað aftur eftir at hava hildið pausu rættiliga eingi. So danir halda seg til varliga at  vænta sær eini 3-4 finalupláss, persónligar betringar, og kanska onkra OL kvalifikatión eisini. Sí grein í Ekstrablaðnum og heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum.

Hygg ein røð av svimjivideoum á Dagbladet.no og NSF

Norska svimjisambandið og avísin Dagbladet hava gjørt eina áhugaverda røð av teknikk-videoum saman, sum kunnu síggjast fyri einki á svomming.no og dagbladet.no. Talan er tó um nokk so grundleggjandi øvilsi, sum tey flestu av okkum hava roynt, um vit yvirhøvur hava verið í nærheitini av einum svimjifelag. Men góðskan er góð, svimjararnir tveir bestu í Noregi, og tað er jú heldur ikki so galið at vita at man ger tað hampuliga rætt 🙂

Alt er so mikið opið hjá teimum, at eg faktiskt fái lagt tað her á heimasíðuna. So her er fyrsti partur í røðini …

Gev gætur at myndin er her rættiliga nógv minni enn tann sum verður víst á dagbladet.no, men líka stór sum tann á svomming.no. Tey hava gjørt 9 partar inntil nú, og ætla sær at leggja sær ein part út afturat hvønn sunnudag, fram til 1. apríl, so at teir verða 13 tilsamans.

Hetta er liður í einum motiónstiltaki kallað “Svøm deg til Island“, sum norska svimjisambandið skipar fyri á hvørjum ári, til at fáa fleiri fólk at svimja. Øll áhugað kunnu fáa eitt kort í svimjihallunum runt landið, har tey síðani fáa skrásett hvussu ofta tey svimja, í so og so nógva tíð. Aftaná er lutakast millum tey luttakandi, har børnini kunnu vinna ein túr til okkurt ‘vandland’ í Noregi, og tey vaksnu ein túr til Íslands (pheew, so skuldu tey ikki svimja haryvir allíkavæl).

Partarnir eru upplistaðir á hasari fyrrnevnu síðuni á svomming.no. Men við tað at myndin sum sagt er eitt sindur størri á dagbladet.no, og valmyndarskipani har tíverri syndarlig, so havi eg leitað tær fram og listi tær upp her niðanfyri:

  1. Basisøvelser
  2. Brystbensparket
  3. Bryst – armtakets første del
  4. Bryst – armtakes siste del
  5. Brystsvømning i hele teknikken
  6. Vending i brystsvømning
  7. Crawl – rotasjoner og pusting
  8. Crawl – bensparket
  9. Crawl – armtaket
  10. Saltovending
  11. Ryggsvømming – grundprinsipper
  12. Ryggsvømming – armtaket
  13. Gratis treningstips fra Norges beste svømmere!

Hackett metir at minst 6-7 fara undir 15 í 1500 frí

Larsen Jensen,Yuri Prilukov,Grant HackettVerandi heimsmethaldari og OL gullvinnari á 1500 frí, Grant Hackett, metir at teir 1500 í Melbourne verða "the most competitive in history". Hann metir ikki at heimsmetið er í vanda, men at teir verða nakrir sum fara undir 14:40, og einir 6 ella 7 sum fara undir 15 minuttir.

Atvoldin til at hann sigur so, er at amerikanski 1500 metra svimjarin Larsen Jensen eitt sindur nasadjarvt hevur sagt, at Grant Hackett bara kemur við umskyldningum, um at hann (Hackett) ikki er í so góðum formi sum vanligt. Hackett skifti venjara fyri einum mánaða síðani, og hevur sambært sær sjálvum undirmett hvussu tað fór at ávirka formin.

So Hackett metir altso ikki at hann kann taka metið sjálvur, og spurningurin er tí hvussu góðir hinir eru. Viðvíkjandi Larsen Jensen er hann (Hackett) tó nokk so bersøgdur: "I hope he competes as well as he talks".

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá heimsmeistarastevnuni

Myndin er fingin av Flickr kontoini hjá ‘vanou’, og vísir frá vinstru Larsen Jensen (USA), Yuri Prilukov (RUS) og Grant Hackett (AUS), eftir 1500 frí finaluna á síðstu heimsmeistarastevnu í Montreal (Kanada) í 2005. Hackett vann gull, Jensen silvur, David Davies (GBR) bronsa, og Prilukov varð nr. 4 (almennur úrslitalisti sum pdf-fíla).

Fá boð um svar til tínar postar og viðmerkingar

Eg havi í kvøld lagt inn eitt mótul sum ger tað gjørligt hjá skrásettum brúkara at fáa fráboðan í telduposti, um onkur ger viðmerkingar til postar ella viðmerkingar sum hesin hevur gjørt. So sleppur man undan at skula hyggja inn aftur á síðurnar allatíð, fyri at kanna eftir um nakar svarar.

Tað byrjaði at blíva eitt sindur óruddiligt við leinki undir sjálvum postunum, og eg havi tí fyribils óvirkjað ein part av funkunum. Sovorðið sum at man kann fáa fráboðan hvørja ferð onkur skrivar um eitt ávíst evni, ella í eitt ávíst forum, osfr. Haldi at týdningarmesta funka er at kunna fylgja við hvat sum hendir við postarnar hjá einum sjálvum.

Brúkararnir kunnu seta skipanina til sjálvvirkandi at tekna sovorðin hald, so at man ikki skal minnast til at gera tað so hvørt. Sí mynd niðanfyri, sum er av møguligu setingunum undir ‘Mín konto’ í valmyndini til høgru (hjá innritaðum brúkarum). Har er eisini ein møguleiki til at strika hald aftur fyri allar ella hvønn einstaka post, ífall at man ikki longur tímir at fáa hasar teldupostarnar longur.

Gould og Fraser spáa heimsmet í Melbourne

Tær báðar Dawn Fraser og Shane Gould hava verið og hugt at hylinum sum verður settur upp til heimsmeistarakappingina í Melbourne um 10 dagar, og siga at hann er ógvuliga góður. Hann er so mikið djúpur, at tað ikki skuldi komið nakar turbulensur frá botninum av, og hartil er vatnið ógvuliga bleytt. Gould er faktiskt ikki í iva um, at metið á 100 metrum hjá kvinnum rýkur.

Avstralsku Dawn Fraser og Shane Gould vóru tiltiknar svimjistjørnur í sínari tíð. Fraser er ein av tveimum svimjarum sum hevur vunnið gull í somu grein á trimum OL á rað (1956, 1960 og 1964), meðan Gould er einasti svimjari sum hevur átt í heimsmet í øllum olympiskum frígreinum í senn , frá 100 til 1500 metrar, áðrenn hon gavst sum 16 ára gomul í 1972.

Eg var so heppin at møta Gould í 2005, sum liður av einum venjaraskeiði í Holstebro við Bill Boomer og Milt Nelms. Hon svam tá enn 100 firvald á langbana við eini tíð á 1:08, 50 ára gomul.

Eg eri tann fullisjúki móði í FLOT-troyggju her niðanfyri, meðan hini eru Lars Kirkegaard (dani, fyrrverandi venjari hjá Louse Ørnstedt), Bill Boomer (amerikansk teknikk-guru), Shane Gould og Milt Nelms (tiltikin amerikanskur venjari… var t.d. síðsta vón hjá Ian Thorpe, áðrenn Thorpe valdi at gevast heilt).

Upprunalig tíðindi á heimasíðuni hjá Melbourne 2007