Sum kunnugt verður FLOT stevnan 2008 nú leygardagin, sum er sami dagur sum løgtingsvalið. Suðuroyingar hava longu gjørt vart við seg á susvim.com, og nú er eisini ein viðmerking á flot.info, um tað óheldiga at vaksnir suðuroyingar harvið ikki fáa møtt.
Hvat halda tit? Er tað rætt at hava stevnuna leygardagin, og harvið útiloka teir suðuroyingar sum eisini ætla sær at atkvøða á valstaðnum leygardag?
Vit hava sum kunnugt ta meginreglu, at stevnur skulu útsetast um Strandferðsla ella Bygdaleiðir avlýsir sínar túrar. Hetta við løgtingsvalinum er ikki heilt tað sama, men hin vegin er tað jú bæði borgararættur og -skylda at sleppa at velja, og tað ber illa til um tú ert burturstaddur á valdegnum. Um ikki tú greiðir brævatkvøðu, sum er kanska í so nógv forlangað, bara fyri at kunna hava eina stevnu.
Persónliga haldi eg tað vera rættast at flyta stevnuna, um ikki vit onkunsvegna kunnu fáa flutt valdagin 😉
Jú lat okkum flyta valdagin. Har má ein prioritering til, og øll vita at FLOT stevnan er No.1 😉
Tað er synd fyri tey børn sum ikki sleppa við vegna tað faktum at foreldur fegin vilja sita heima og antin frøða seg, ella beinleiðis vera bangin fyri lagnu landsins 😉
Eg eri so ikki heima í vikuskiftinum, og havi longu valt, men eg skilji væl tey sum fegin vilja hava kappingina flutta.