Sum tit kunnu lesa her á susvim.com og á Portalinum, so fer Suðuroyar Svimjifelag í vikuskiftinum at luttaka á svimjistevnuni Reykjavik International, har tilsamans 260 svimjarar úr Íslandi, Noregi, Svøríki, Niðurlondum og Føroyum taka lut. Til ber at lesa (á enskum) um stevnuna her á heimasíðuni hjá íslendsku Ægir, taka niður startlistan her, og fylgja við ‘live’ úrslitum frá stevnuni her.
Talan er um kapping i 50 metra hyli, um ikki tey velja at svimja breiddir. Tí hylurin er faktiskt heilir 25 metrar upp á tvørs, og tað hevði tí í prinsippinum borið til at havt einar 20-25 geilar á 25 metrum, um tey svomið breiddir heldur enn longdir :-).
Um vit skimma skjótt gjøgnum startlistan, so síggja vit at suðuroyingarnir (sum væntað) liggja rættiliga væl fyri serliga í longri frí greinunum:
- Shaila millum Garðarnar nr 2 í 50 frí (27.94)
- Pál Joensen nr 1 í 1500 frí (16.11.91)
- Mona Simonsen nr 2 í 800 frí (9.18.65)
- Pál Joensen nr 1 í 400 frí (4.06.37)
- Pál Joensen nr 3 í 200 firvald (2.16.10)
- Mona Simonsen nr 4 í 200 frí (2.12.45)
- Mona Simonsen nr 2 í 400 frí (4.34.47)
- Pál Joensen nr 4 í 200 frí (1.56.88)
Sær út til at Katharina Lamhauge hevur skift felag.
Sær hon ikki fitt út í SuSvim drakt? 😉
Hon er flutt til Vágs at búgva. Hon gongur í 9. flokk í Vágs skúla.
Okur eru ótrúliga glað fyri at hon er komin. Nú eru 4 bringusvimjarar á 1. liðið hjá SuSvim, man tað ikki fara at síggjast aftur seinni í ár? 😉
Rói hevur eisini skrivað um stevnuna í Dimmu.