Eftir øllum at døma eru tvey føroysk met longu sett á Reykjavíkar International í dag. Eg hoyrdi ikki sjálvur Útvarpið, og síggi enn einki á vanligu ítróttarsíðunum; men um vit samanbera langteina metlistan hjá SSF við úrslitini úr Reykjavík, so má talan vera um úrslitið hjá Dánjal Martini Hofgaard í 50 metra bringu, og um 50 firvald hjá Shailu millum Garðarnar.
Dánjal Martin Hofgaard svam teir 50 bringu í tíðini 32.36, har føroyska metið sambært metlistanum hjá SSF er 33.28 hjá Jákupi Øssursson. Og Shaila millum Garðarnar svam 50 firvald í tíðini 30.65, har metið hjá henni var 31.47.
í 50 bringu svumu tær báðar Malan V. Bærendsen og Katharina Lamhauge ávíkavist 38.67 og 38.69, har metið hjá Katharinu er 37.65. Pál Joensen svam 50 firvald á 27.53, har metið hjá Petur McIntosh er 27.30. Dánjal Martin Hofgaard svam 50 frí á 25.14, har metið Kristiani Olsen er 24.56.
Men sigast skal at dagurin er verri enn so liðugur enn, og at talan yvirhøvur hevur verið um innleiðandi svimjing. Nú veit eg ikki hvussu nógvar geilir ið eru í hasum hylinum, men um hann er 25 metrar breiður so burdi har verið einar 8-10, og so hava øll hesi nevndu ein eyka møguleika at betra seg í finalunum, við tað at tey eru millum tey bestu 8 í sínum aldursbólki. Altso um ikki tey smekka bólkarnar saman í éina finalu (orsaka meg… sum tit síggja so er hetta skrivað uttan at eg havi tikið mær stundis til at kanna umstøðurnar ordiliga 🙂
Eftir er at svimja innleiðandi 50 frí hjá kvinnum í dag, umframt beinleiðis finalur í 1500 frí hjá monnum og 800 frí hjá kvinnum. Og her kann væl alt henda aftur, við tað at Shaila er seedað sum nr 2 í 50 frí, Pál sum nr 1 í 1500 frí, og Mona sum nr 2 í 800 frí.
Malan svam 0:36,60 í 50m bringu innleiðandi. Har var onkur feilur (el-tíðin) sum gjørdi at hennara tíð var gott 2 sek. frá 🙂
So 4 met fyrsta dagin.