Eitt føroysk met afturat í Íslandi

Pál Joensen betraði um sítt met í 1500 frí á langbana, við at svimja teinin í tíðini 16.05.02, har gamla metið hjá honum var 16.11.91. Vit frætta sum slatur at teir vóru ikki heilt nøgdir við tíðina har yviri í Íslandi, men tað var so met, umframt at hann vann so syngjandi á hinum luttakarunum. Nummar tvey var nevniliga 1 minutt og 10 sekund aftanfyri, við tíðini 17.15.39.

3 thoughts on “Eitt føroysk met afturat í Íslandi”

  1. Ja her vóru nakrir trupuleikar sum fyriskiparin einki kundi gera við. 1500 og 800m frí komu gott 40min ov seint í gongd, so allir langteinarnar vór nokk so stívir tá ið svimjast skuldi. Alt ov long tíð gekk frá upphiting til kapping og tá ið okur høvdu -5 gradir uttan fyri, so høvdi okur ikki hug til at hita upp í tí annars stak góða 50m hyli sum er beint uttan fyri høllina her kappingin er. Men annars er hetta eitt stak væl fyriskipa tiltak, tað er jú ikki bert svimjing. Her er íshocky kapping, frælsur ítróttur har Føroyar lutaka (tey vóru her í hylinum í gjár) Her er dansur, fimleikur og so er fekting oa.. Ein uppvísing var í svimjihøllini í besta Zorro stíli 🙂
    Reykjavík International er altso ikki bert svimjing. Tað sær út til at tey her í Reykjavík hava eitt sera væl innrætta ítróttar apparat, og tí ber til at hava eitt stórt tiltak í líkist OYL uttan størri stríð.
    Eg kann so siga, at “The Opening” var 295% betur enn tann á Rhodos, og so var hon her í kempu-svimjihøllini, sum passar okkum bara heilt væl 😉

    Jón

      1. Guttormur Sørensen (rennarin) var her í gjár, og “Janus” var tað fyrsta hann rópti tá ið okur samanlíknaði OYL og Reykjavík International 🙂
        So tykur hugsa nokk so eins 😉

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.