Innbjóðing til Ægir stevnu 16.-17. februar 2008

Hey øll somul

  • 16.-17. februar verður Ægir stevna og bjóða vit tykkum tí vælkomin til Klaksvíkar.
  • Vit hava lagt ta útsettu bólk 1. og 2. kappingina til at verða sunnudagin 17.
  • Leggið til merkis, at ´masters´ kappingar eru lagdar at verða leygardagin seinnapart….verið ikki smæðin;)

vinarliga
Johan Martin Poulsen

3 thoughts on “Innbjóðing til Ægir stevnu 16.-17. februar 2008”

  1. So skal eg (1971) kappast við Rúna (1977). Tað er einki skeg.

    Men altíð nakað at sleppa undan Johan Martin “the kid” Poulsen (1980) 🙂

  2. Tilmeldingarfílan viðfest sum http://www.svimjing.com/files/GR080216.txt

    Johan Martin viðmerkir í telduposti:

    Hey tit.

    Her er tilmeldingarfílan til Ægir stevnuna.
    Fyri at møguleiki skal verða at leggja seg eftir kravtíðunum í 50 og 100 metrunum til VM, har seinasta freist er 16. mars, verða eyka kappingar lagdar í steðginum eftir tørvi. Sendið mær e-mail við navni, árgangi, tilmelding og tíð hjá svimjarunum skjótast gjørligt.

    NOTE: IKKI MELDA ÓREALISTISKT TIL….EINGIN SANNSÝNLIGHEIT FYRI AT SVIMJARIN MEGNAR KRAVTÍÐIRNAR. VIT SKERJA EYKA KAPPINGARNAR TIL EIN RIÐIL.

    vh
    Johan Martin Poulsen

    1. Ljóðar bara heilt fínt Bob! 😉

      Pál & Danjal Martin eru so ikki við til hesa kapping, teir liggja og slikka sól á Tenerife tá…. heldigu bandittar. Ná ja, teir skulu venja 2-3 ferðir um dagin, men halló, har er sól. Hvussu mugu 150Km á langbana uppá 9 dagar følast ? Sikkurt betur enn 150Km í 12½m hyli á Tvøroyri lol.

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.