Sambært m.a. SwimNews og The Australian fer Omega at veita nakrar spildurnýggjar og ‘revolutionerandi’ skamlar til OL í Beijing, sum hava ein vinklaðan kant aftan, nøkulunda sum vit kenna tað frá startblokkunum í frælsum ítrótti. Havi roynt at finna eina mynd, men finni tíverri onga (enn). Avstraliumenn eru ikki so nøgdir, við tað at hvørt land bara fær tveir skamlar í part at venja á.
Tori ikki at stjala hana av heimasíðuni her, soe…
http://www.bscta.com/vsite/vcontent/content/transnews/0,10869,5090-161520-19728-33576-282323-12774-5108-layout08-178735-news-item,00.html
The Race Club hevur (somu) mynd av skamlinum, umframt at onkrum sum í øllum førum líkist (altso skulu vit nú til at justera uppá skamlarnar millum hvønn riðil??)
http://www.theraceclub.net/phpBB2/viewtopic.php?p=6986#6986
Tá ið skamlarnar í Klaksvík skulu skiftast (vónandi í gjár:-))
So má tað vera til hesar 😉
FINA hevur avgjørt at bíða við nýggju skamlunum til eftir OL í Beijing.
http://www.timedfinals.com/12022008/fina-postpones-new-omega-starting-block-until-after-olympics/
FINA umhugsar at brúka hesar nýggju skamlar á heimsmeistarastevnuni í Manchester í apríl. Áhugavert eisini at lesa viðmerkingar frá svimjarum sum Alain Bernard, Filippo Magnini og Stefan Nystrand:
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5861