Gevið gætur at hetta ikki eru offisell svimjisambandstíðindi; men tað skuldi verið púra vist at landsliðsvenjarin Brian Marshall í løtuni er í barnsburðarfarloyvi, í umleið eitt ár. Havi spurgt meg rættiliga væl fyri, og skilji á lagnum at hetta hevur verið galdandi síðani einaferð stutt áðrenn landsliðsvenjingarleguna í Íslandi í januar.
Hetta er sjálvsagt ein ógvuliga óheppin støða, við tað at landsliðið harvið er meira ella minni í venjaraloysi komandi árið. Kristian Martin Joensen er gott nokk til taks sum hjálparvenjari hjá landsliðsvenjaranum, men stóri spurningurin er nokk mest um Svimjisambandið hevur ráð at uppstiga hann til landsliðsvenjara, ella at seta ein annan í fyribils landsliðsvenjarastarv, meðan Marshall er burturstaddur.
Orsakið meg fyri at koma við sovorðnum ‘hálvum’ tíðindum, men SSF hevur týðiligvís havt ein trupulleika við at halda sína heimasíðu og okkum áhugaði ajour við tí sum fyriferst í svimjisambandshøpi, síðani Helgi á Fløtti fór úr starvsnevndini í heyst. Mær dámar ikki at renna við slatri, men hinvegin er tað væl heldur ikki rætt at lata verða við at viðgera evni, bara tí at eingin almenn tíðindi koma frá sambandinum.
Zvimjizambandi zvevur nok zo gott, og at Ztarvsnevndin bara letur standa til sigur mær at “rok” verður nú til komandi aðalfund. Ringt er at greiða frá hvussu skuffaður eg eri, og at SSF (ella ZzF) eigur heiti ársins neyðraket eri eg 100% sikkur í. Har er eingin vilji til framburð, og alt liggur bara og flýtur sum best ber til. Sensurera bara um tú hevur hug til tað Rókur, men eg ætli so ikki at tiga tá ið møguleikin kemur.
Fyri fyrstu ferð í føroyskari ítróttarsøgu (tað eg veit um) hava okur ein seriøsan møguleika í altjóða høpi. Hvat ger SSF fyri at fyrireika seg uppá besta máta til td. EJM? Einki, og var tað ikki fyri lokalfeløgini og teirra pengapung/stuðlar so var tað utopi at halda á fram at trúgva uppá eitt EJM ævintýr. Gott er at EG persónliga ikki skal leggja navn til tað skomm sum SSF stendur fyri í hesum tíðum.
Meira, nógv meira kemur seinni.
Tú ert eitt piikkalítið sindur aggressivur í løtuni, Jón, men tað er sikkurt ikki uttan grund. Rætta hatta, tað er ikki uttan grund. Eg kann bara svara fyri meg sjálvan, at eg faktiskt eri glaður fyri at eg ikki eigi nakran svimjara á veruliga høgum støði nú, soleiðis sum tykkara verða viðfarnir.
Men so mikið meira prísverdugt, er tað at tit pressa á har suðuri (og norðuri), ‘against all odds’. Í løtuni eru tað tit og tykkara sponsorar sum eiga lívið í føroyska svimjing!