(Partvís) tíðindi frá Ægir stevnuni

Sum kunnugt var stór svimjistevna í Klaksvík í vikuskiftinum, við svimjarum líka úr yngstu bólkum upp til ‘old boys’. Tíverri vóru onkrir trupulleikar við úrslitunum sunnudag, umframt at eg heldur ikki havi kunnað fingið fatur á úrslitalistanum frá ‘masters’ kappingini leygardag. Hendan frásøgn tekur tí fyrst og fremst saman um viðfesta úrslitalista, frá svimjingini leygardag, tá ið svimjarar í bólki 3 og eldri kappaðust.

DSC_0155

Stevnan hjá okkara vanligu ‘eldru’ bólkum (bólkur 3 til ‘opin’) varð á hesum sinni skipað sum ein langteinastevnan, har allar kappingar vóru 200 metrar ella longri. Fyri fyrstu ferð vórðu kappingarnar 1500 frí fyri kvinnur og 800 frí fyri menn góðkendar sum met-kappingar, har kvinnur frammanundan bert høvdu kunnað svomið 800 og menn bert 1500. Mona Simonsen úr Suðuroyar Svimjifelag svam ein framúr góðan 1500 m. frí og er fyrsta føroyska gentan undir 18 minuttir á teininum. Mona setti føroyskt met við tíðini 17.43.03 og er hetta væl undir tað, hon hevði sett seg fram ímóti at svimja. Dagmar M. Winther úr HS setti bólkamet í bólki 4 í somu kapping við tíðini 19:41.21. Í 800 m. frí hjá monnum gjørdist Bjarni M. Petersen úr Ægir føroyskur methavari og setti samstundis bólkamet í bólki 5 við tíðini 9.43.48. Í bólki 4 var tað Magnus Jákupson úr HS, sum markeraði seg við 10.06.36 og Alvi Hjelm úr Ægir við tíðini 10.44.12 í bólki 3.

DSC_0113

Svimjifeløgini høvdu í boði at stilla upp í styttri kappingum, um hildið var at møguleiki var fyri føroyskum meti, ella ein kundi uppnáa kravtíðir til HM. Pauli Ø. Mohr úr Fuglafirði stillaði upp sum einstaklingur í 50 m. frí og vildi royna at betra um bragdið hjá sær frá seinastu kapping, tá hann nærum kom undir tey 24 sekundini og hótti núverandi føroyska metið á teininum. Pauli gjørdi eina góða roynd, men var heldur stuttur hesaferð.

DSC_0070

Nakað, sum serliga merkti kappingina og úrslitið hjá felagnum í Klaksvík, var annars at Ægir svimjarin, Kári J. á Høvdanum, stillaði upp men uttanfyri kapping og kundi tískil ikki takast við í uppgerðini av heiðursmerkjum. Kári hevur tikið støðu at skifta felag og kemur at svimja í Fuglafirði restina av hesum kappingarárinum. Hetta er ikki av ónøgdsemi, men í einigheit millum venjararnar báðar og Kára sjálvan, sum eftir sjey mánaðar venjing í Klaksvík vil hava svimjarar á jøvnum venjingarstøði og jøvnum aldri at venja saman við. Teir báðir vágbingarnir Danjal Martin Hofgaard og Pál Joensen eru staddir á venjingarlegu á Tenerifa hesar dagarnar og vóru tí heldur ikki við til kappingina.

Heiðursmerkjabýtið frá leygardegnum:

Nr Felag Gull Silvur Bronsa
1 Suðuroyar Svimjifelag 18 11 6
2 Havnar Svimjifelag 13 7 7
3 Fuglafjarðar Svimjifelag 11 5 4
4 Ægir 8 12 9
5 Reki 4 4 4
6 Flot 3 4 3
7 Skeggjar 0 0 0

DSC_0139

2 thoughts on “(Partvís) tíðindi frá Ægir stevnuni”

Ger viðmerking

This site uses Akismet to reduce spam. Learn how your comment data is processed.