Russiska Anastasia Zueva svam fyri fyrst ferð undir minuttin í 100 rygg á langbana í gjár, tá ið hon á stevnu í Russlandi tók evropeiska metið hjá Laure Manaudou á 59.87 við tíðini 59.64. Harvið er hon triðskjótasta kvinna nakrantíð, og einans ein av fýra sum hava svomið undir minuttin í 50m hyli. Lesið her á SwimInfo.
Heimsmet í 200rygg, heimsmet í 100rygg!!!
Speedo hevur gjørt nakað við svimjingina hesuferð sum okur ikki bara kunnu siga er psykiskt. At Zueva kemur undir minuttin nú, og so nógv, trúgvi eg ikki er av tilvild. Ok har liggur sjálvandi 10.000 tímars hart arbeiði aftan fyri, hon er jú russisk, men svam hon í Arena ella Speedo?