Popular Science hevur eina rættiliga áhugaverda grein her á popsci.com, um nýggju svimjidraktirnar hjá Speedo. Eftir øllum at døma vórðu hesar draktir brúktar, tá ið Eamon Sullivan herfyri setti heimsmet í 50 frí, Natalie Coughlin í 100 rygg og Kirsty Coventry í 200 rygg.
Tey skriva ikki beinleiðis at talan var um hesi met; men tað burdi so verið tá ið talan var um heimsmet ‘hetta vikuskiftið’ í Avstraliu og Missiouri (USA). Eitt heimsmet verður sagt at hava staðið frá 1991, sum passar væl til tað nú tikna heimsmetið hjá Egerszegi í 200 rygg. Hinvegin var eitt annað frá 1988, sum má hava verið eitt av teimum amerikansku ið eisini vórðu sett tá, við tað at heimsmetið í 50 frí ‘bara’ er frá ár 2000 og í 100 rygg frá 2007.
(Men OK, man kann jú eisini bara fara á speedo.com og lesa hvussu tey reypa har 🙂
Líka mikið, har er eisini eitt áhugavert prát við ein umboðsmann fyri Speedo, um hvussu draktirnar rigga, hvat reglurnar siga, og um hvat framtíðin bjóðar.
Eftir øllum at døma eru nøkur plastikk ‘panel’ í draktunum sum eru fullkomiliga stív (ella í øllum førum óelastisk), og sum harvið fasthalda skapið á kroppinum meðan svomið verður. Hesi panel kunnu ikki vera alla staðni, við tað at draktin tá verður ov stív. Tað ljóðar altso nærmast sum ein brynja úr polyurethane.
Umboðsmaðurin sigur rættiliga áhugavert, at reglurnar hjá altjóða svimjisambandinum FINA forbjóða at tey umskapa kroppin, og tey hava tí heldur brúkt 400 elitusvimjarar sum modell. Spurdur um hví tey ikki bara formstoypa draktir til størstu stjørnurnar, sigur hann at tað vilja tey ikki ‘av filosofiskum orsøkum’. Tey vilja altso hóast alt geva øllum møguleika at kappast á rímiliga jøvnum føti, og hava altso ikki gjørt serligar draktir til Michael Phelps & co.
(Eg ivist tó í um allir føroyskir masterssvimjarar fara at halda at draktin passar so væl, um hon er gjørd til skapið á Sullivan & co. Onkur fer kanska beinleiðis at fáa fyrimun av at kroystast niður í eitt Phelps-modell 😉
At enda tosa tey um hví tey ikki bara lata draktina umfata eisini høvdið, hendur og føtur. Men her svarar umboðsmaðurin sum væntað, at tað hava tey ikki lov til. Hettan skal verða leys frá draktini, og svimjarar mugu slettis einki hava á hendur og føtur.
Og hvussu so í framtíðini? Well, umboðsmaðurin ljóðar sum um at tey eru við at náa markið fyri hvussu nógv draktin kann hjálpa uppá vatnmótstøðuna. Men so fer at hann tosa um at betra um biomekaniskar og fysiologiskar eginleikar, sum ljóðar sum hasi elastikkbondini man sær í (kapp)skídraktum nú á døgum. Umframt at tey kanska kunnu gera serligar draktir til hvørja svimjigrein sær.
Lesið á http://www.popsci.com/gear-gadgets/article/2008-02/suiting-olympics
Myndin er av Eamon Sullivan, funnin á speedo.com (og vónandi í lagi at lána eina løtu)
Um nakar skuldi verið í iva, so haldi eg stadigvekk at hetta skaðir ítróttin, við at gera tað óneyðuga dýrt at (kapp)svimja. FINA átti at havt forbjóðað tí meðan tíð var. Og tað hjálpir so slettis ikki at íðkararnir eftirhondini síggja út sum um teir eru lopnir beint úr ‘Power Rangers’ teknirøðini 🙂
(Men Sullivan sær gott út. Gott at síggja at hann ikki er eitt avstralskt monstur)
Hann er 201cm langur og vigar 89 kg, so hann er langur sum eitt annað monstur, vigar kanska ikke so nógv, men tað er væl ein fyrimunur í hasum sprintinum.
Nakað sum er ótrúliga áhugavert er, at hann hevur havt ófatiliga nógvar álvarsligar skaðar sum hann er komin ígjøgnum við will power.
Hann venur ikki sum tey flestu, akslarnar halda ikki til at svimja arm, hann venur nakrar dagar bara bein, og so styrkivenur hann. Tað eigur at geva øllum eina vón um at ein “lítil” skaði eigur ikke at fora nøkrum, um bert viljin er har 🙂 Talenti kann ikki takast frá honum hehe.
Á Swimming Australia stendur annars at hann er 189 høgur og vigar 78. Tey nevna ikki eindirnar, men eg giti sum Wikipedia at talan er um ávikavist cm og kg.
Annars ørminnist eg at onkur russiskur vísindamaður onkuntíð spáddi at tað var neyðugt at vera hægri enn Popov, um man vildi sláa hansara met. Alexander Popov er 200 cm, so tað er ikki so galið um Sullivan bara er 189 🙂
Hatta við skaðunum og (serliga) venjingini var betri ósagt. Nú fái eg aaldrig Beinir í hylin aftur 😉
Á http://www.olympics.com.au/Athletes/EamonSullivan/tabid/271/Default.aspx?link=271&tabid=110&
Pain is temporary, glory is forever.
Ein útgáva av hasum plagdi at hanga í HS rúminum tá ið eg plagdi at svimja (uha, 1991 ella har á leið). Gitti at tað var Høgni T. Hansen ella Petur Heðin á Fløtti sum hevði hongt tað upp (teir vandu í USA tá).
Bones heal
Girls digg scars
Pain is temporary
Glory is forever
Eg fann tað á einari heimasíð við hansara stødd.
Og eg havi møtt manninum, hann var VÆL hægri enn eg 🙂
Stendur í mínum passi at eg eri 187cm, men eri nok bert 185.
Popov stendur sum 198cm, so kanska tað bara er git tað heila?
Stefan Nystran stendur sum 191cm, og tað giti eg at hann er, haldi at hann var nakað sum Kristian Olsen tá ið eg tosaði við hann í Melbourne.
Men tað sum sprint snýr seg um, fyri ein heilt stóran part haldi eg, er talent, altso muskulfibrar! Tann fordeilingin er ikki til at ignorera. 90% hvítar, so er bara at læra seg at svimja 😉
Fann nú eina síðu har tað stendur at hann er 200cm og vigar 87kg?
Um Alexander stendur eisini á Wikipedia, at hann vigar 87 kg.
Ókeey… nær, um eg má spyrja? Nú, ella tá ið hann svam?
He is 2 m tall and weighs 87 kg
http://en.wikipedia.org/wiki/Alexander_Popov_%28swimmer%29
Eg kenni nógvar føroyingar sum kunnu sláa teirra vekt, 100 kg ella ei
Er full av feilum 🙂
tað er ov líti kontrol við hvat verður skriva. Er tað ikki so at um ein finnur ein feil, so skal tað “raporterast” ?
Kann man ikki eisni skriva greinar sjálvur á wikipedia ?
Also eg kann fara inn á wikipedia og skriva eina grein um t.d. Mathias Gydesen og siga at hann er 185cm (sum hann ikki er) og vigar 74 kg + at hann er 5 faldaður heimsmeistari í 200 bringu .. ?
Tú kan skriva at hann er 285cm 😉
Men tað ber til so eisini at stempla eina grein sum ehh.. ikki so haldbara, eg eri komin framvið onkrari sum er stempla “skal uppdaterast og rættast”