Hálendsku Inge Dekker, Ranomi Kormowidjojo, Femke Heemskerk og Marleen Veldhuis hava við tíðini 3:33.62 sett nýtt langbana heimsmet í 4×100 frí hjá kvinnum, á evropameistarastevnuni í Eindhoven í gjár. Hetta var ein betring uppá næstan 2 sekund, í mun til gamla metið á 3:35.22 frá 2006, sum týskarar áttu. Lesið her á SwimInfo.
Eg havi ikki funnið nakra videobrot enn av hálendsku gentunum, men her er Stefan Nystrand eftir at svensku mennirnir vunnu gull í somu grein:
OK, nú (20. mars) havi eg funnið eina italska video. Fantastiska flott
Sum onkur sigur á TimedFinals
Is anyone on here over at Europeans? Wazzup w/ Hoogie?? 1:49.99 in the 200; didn’t even make it into semis. Sick??
Hetta hevur so verið í 200 frí innleiðandi. Kanska tey fokusera longri fram, men hatta er einki serligt á heimabana.
Lars Frölander náddi eisini akkurát ikki við í 50 firvald (men ok, hann eer eisini gamalur. 74’ari :-).
http://www.omegatiming.com/swimming/racearchives/2008/eindhoven2008/C74A_ResSummary_207_Semifinals_Men_50_Fly.pdf
OK, SwimNews veit nú at siga, at Hoogenband hevur uppgivið EM fyri hesu ferð. Okkurt við búkinum.
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5921
Video av teimum 50 firvald, lagt á YouTube av “lassefrolander”
Hasin ‘lasse’ sigur seg gott nokk vera úr Armenia, men hann hevur aldurin (33), og filmar á rætta stað.
http://www.youtube.com/user/lassefrolander
Tað gongur eisini fínt at google’a “lasse frolander” og finna svenskt tilfar um Lars Frölander
http://www.google.com/search?hl=en&safe=off&rls=GGIC%2CGGIC%3A1970–2%2CGGIC%3Aen&q=lasse+frolander&btnG=Search