Fylgjandi tíðindi eru nú at lesa á www.ssf.fo: Svimjinevndin hevur saman við starvsnevndini á fundi 17. mars 2008 samtykt dagførdar svimjireglur. Dagførdu svimjireglurnar liggja her á heimasíðuni, og koma í gildi í dag 20. mars 2008.
Viðfestar eru gomlu og nýggju reglurnar, umframt at eg stutt listi upp tær broytingar sum eru gjørdar.
Grein 2 er broytt frá
Góðkenning av kappingini
Svimjinevndin skal góðkenna allar kappingar, kappingarskráir og yvirdómarar. Hevur svimjinevndin ikki góðkent eina kapping, kunnu svimjarar ikki seta met til hesa kapping, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjikappingar. Svimjinevndin skal góðkenna kappingina áðrenn innbjóðing verður send út.
til
Góðkenning av stevnuni
Svimjinevndin skal:
a) góðkenna allar stevnur og kappingargreinar, áðrenn innbjóðingin verður send út
b) útnevna yvirdómaran, um stevnan er í einum 25 metra hyli
Dómarar og hjálparfólk annars skulu vera frá minst 2 feløgum.
Er stevnan ikki góðkend av svimjinevndini, kunnu svimjarar ikki seta met á hesi stevnu, eins og tíðirnar ikki kunnu nýtast sum tilmeldingartíðir til aðrar svimjistevnur.
Grein 3 er broytt frá
Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagið 4 vikur frammanundan fyrsta kappingardegi. Umframt felagið, ið bjóðar til kapping, skal í minsta lagið eitt annað felag luttaka.
til
Innbjóðing
Innbjóðing við fullfíggjaðari skrá skal verða send út í seinasta lagi 2 vikur áðrenn fyrsta stevnudag. Umframt felagið, ið bjóðar til stevnu, skal í minsta lagi eitt annað felag luttaka.
Grein 5 hevur fingið fylgjandi ískoyti
c) Kapping kann ikki byrja aftaná kl. 22.00.
Hartil eru heitini yvirhøvur broytt frá “svimjikapping” til “svimjistevnu”, sambært einum viðmæli sum Sørin S. Djurhuus kom við á sinni. Ein “kapping” er sostatt t.d. “50 frí”, meðan ein “stevna” er t.d. “Klaksvík National 2008”.
Og so eru onkrar prentvillur broyttar eisini.