The New York Times hevur hesa grein í dag um amerikanska Ryan Lochte, har tey serliga práta um hvussu hann venur. Greinin er nokk mest ætlað til motións-svimjarar, men har er tó ein rúgva av áhugaverdum til meira seriøsar eisini 🙂
Her er video av Lochte, tá ið hann setur heimsmet í Melbourne 2007
Til dømis tosa tey um teknikk, at hóast Lochte hevur svomið síðani hann var 9 ár, so eru tøkini ikki perfekt enn. ‘Eg brúki meira tíð uppá armtaksteknikk í dag enn eg nakrantíð havi gjørt’, sigur Lochte, og nevnir at ‘einasti máti at veruliga venja teknikk er at svimja ógvuliga spakuliga og veruliga hugsað um hvør nikk og prikk sum tú gert’.
Lochte roynir at halda seg undir minst 15 metrar eftir hvørja vending, og at ‘ikki berjast í móti vatninum, men at flyta seg við tí’. Kroppsstøðan er yvirhøvur týðandi, og til dømis roynir hann at halda búkin yvir vatn í rygg, umframt at hann venur nógv við pullbuoy.
Og so venur hann nógv bein. ‘Beinspørk stabilisera kroppin’. ‘Tú fært røttu kroppstøðu nógv meira við beinum enn við ørmum’. ‘Beinvøddar krevja nógv meira oxygen enn armarnir, og beinini mugu tí vera í venjing, um ikki svimjarin skal risikera at møðast tíðliga’. ‘Nøgdin av beinvenjing sum flestu elitusvimjarar gera, er farin upp við minst 20 prosentum, seinastu fáu árini’.
Hann nevnir at venjarar fyrr lótu svimjarar venja minni bein tí tað tók so nógva tíð (og tey tí náddu færri metrar tilsamans), men at tey í dag ‘hava innsæð at minni nógv við meira beinvenjing gevur heimsmet’.
Og so tosa tey um styrkivenjing. Lochte vandi ikki so nógv styrkivenjing fyrr, tí pápin (sum var høvuðsvenjari) ikki trúði uppá at tað var gott fyri ein so ungan persón. Men nú sum vaksin venur hann styrkivenjing tríggjar ferðir um vikuna, millum 1½ og 2 tímar. Hann fokuserar uppá akslarnar (sum eru plágaðar av betendilsi) og beinini og ryggin, og so venja tey við ‘medisinbóltum’, gera armboygginar og búkøvilsi.
Ryan Lochte er forrestin fyrst og fremst blandað svimjari í skugganum av Michael Phelps (vann silvur á OL 2004) í Athen, umframt OL gullvinnari í 4 x 200 frí (aftur Athen). Hartil setti hann í mars 2007 heimsmet í 200 rygg, á heimsmeistarastevnuni í Melbourne.
Kelda: http://www.nytimes.com/2008/03/20/fashion/20fitness.html?pagewanted=1&_r=1