Avstralska úttøkan til Olympisku Leikir byrjaði við einum braki í morgun, tá ið fyrst Stephanie Rice tók langbana heimsmetið í 400 blandað frá amerikansku Katie Hoff (4:31.46, gamla metið var 4:32.89), og unga Emily Seebohm síðani gjørdist fyrsta kvinna undir 28 sekund í 50 rygg (27.95, amerikanska Hayley McGregory átti ‘gamla’ metið á 28.00).
Her er metið hjá Seebohm og samrøða við gentuna aftaná
og her er metið hjá Rice
Grant Hackett vísti (endiliga) eisini stórform, tá ið hann í 400 frí svam 3:43.15 har hansara besta tíð er 3:42.51. Hetta er so besta tíð í ár, við amerikanska Erik Vendt sum nummar tvey við 3:44.56. Lesið her á SwimNews.
Og harvið yngsti svimjari nakrantíð sum hevur haft heimsmet á 50 metra teininum. Lesið her á SwimNews.
Nú er metið hjá henni gott nokk longu tikið av Sophie Edington, men stuttligt allíkavæl at síggja so hesa video. Avstralar gera virkuliga nakað burtur úr sínum úttøkustevnum
http://www.youtube.com/watch?v=sEjfUwtyRzs
(hetta er sama video sum eg nú havi sett inn í tíðindunum her omanfyri)
Stephanie Rice hevði bestu tíð á 4:37, áðrenn hon her setti heimsmet við 4:31. Trúði ikki sínum egnu eygum tá ið hon sá tíðina.
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17566.asp
Her stendur enn meira áhugavert um hana. Til tey sum leggja nakað í sovorðið, so ganga hon og Eamon Sullivan saman.
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5936