Hann setti heimsmet í gjár við 47.60 í semifinaluni, og betrar so í finaluni í dag um metið til 47.50. Svenski Stefan Nystrand varð nummar tvey við 48.40, og italski Filippo Magnini varð nummar trý við 48.53. Lesið her á SwimInfo.
Hann setti heimsmet í gjár við 47.60 í semifinaluni, og betrar so í finaluni í dag um metið til 47.50. Svenski Stefan Nystrand varð nummar tvey við 48.40, og italski Filippo Magnini varð nummar trý við 48.53. Lesið her á SwimInfo.
Rick Beerendonk greinar aftur her
Rættiliga áhugavert fyri okkum venjarar, so vísir hesin Beerendonk í greinini á hvussu hann ger hesar greiningar so skjótt. Talan er um okkurt serligt forrit kallað “The SwimWatch Race Analyzer 2”, sum ger tað gjørligt at hava hesar greiningar klárar 10 minuttir eftir kappingina:
http://www.sportswatch.nl/swimwatch/en/ec2008.html
Stefan Nystrand hevði steinandlit og segði bara ‘eg vil ikki tosa um kappingina’, tá ið journalistar vildu tosa við hann eftir teir 100. Magnini helt at ‘Bernard man hava funnið tey røttu vitaminini’. Báðir sóu heldur ókomfortablir út á heiðursmerkjaplattinum aftaná.
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5941
Craig Lord skrivar nógv meira har á SwimNews, um tal á tøkum og tílíkt. Bernard hevur ‘veingjaspenni’ á 2.05 metrar, hann tók 33 tøk fyrstu 50 og 39 næstu. Hann hevur hvílupuls á 48. Og so var hann í LZR draktini.
Bernard sjálvur sigur um viðmerkingina hjá Magnini, at ‘eg drekki vatn, og tað er so tað’. Og sigur so annars ‘bíða bara til eg havi niðurtrappað’. Hann fekk hvílu áðrenn EM, men ikki eina veruliga niðurtrapping.
http://www.swimnews.com/News/displayStory.jhtml?id=5942
Og so fáa vit nøkur ting afturat at vita um hann. Hann er 196 cm høgur og vigar 88 kg. Hann venur 6-7 km í hvørjari venjing, og vanliga 50 km+ tilsamans (vælsagtans um vikuna). Hann klárar 130 kg í bonkpress.
Og so eru eini onnur áhugaverd tíðindi har, sum eg tó tíverri ikki ordiliga fái greiðu á sjálvur. Má fara at hyggja at videoini aftur:
One of the most striking things about Bernard’s performance was the start. Not the party off the block but the trajectory and the momentum gained: within three to four strokes Bernard had swum to a head and shoulders lead and was on a roll much faster than his rivals. ‘The entry is important and the momentum gained,’ said Auguin. ‘He is good at that but his start off the block can be improved.’
Fyri nøkrum fáum døgum síðani vildi tað verið flott heimsmet. Í dag er tað bara tveir hundraðpartar spakuligari enn metið (og næstbesta tíð nakrantíð)
http://www.swimmingworldmagazine.com/lane9/news/17597.asp