Sum tit kunnu lesa í viðfesta tíðindaskrivi frá evropeiska svimjisambandinum LEN, so varð evropeiska meistarastevnan í ár á ongan hátt bara ein stevna í skugganum av HM og OL. Tey 42 luttakandi londini settu nevniliga 18 evropeisk met, 6 heimsmet og 279 tjóðarmet, sum er rættiliga nógv meira enn tey 7 evropeisku metini og 4 heimsmetini á fyrra EM í Budapest í 2006.
Russland ‘vann’ stevnuna við 12 gullheiðursmerki, 7 silvur og 6 bronsu, við Italia sum nummar tvey (5-7-9) og Frankaríki sum nummar trý (5-4-3). Besti íðkari varð spanska Gemma Mengual, ið sum tann fyrsta nakrantíð vann øll fýra tey møguligu gullheiðursmerkini í synkronssvimjing, og síðani hálendska Marleen Veldhuis, ið vann 3 gullheiðursmerki í svimjing (50, 100 og 4×100 frí).
Her er solo serian hjá Gemmu Mengual