Sum tit kunnu lesa her av susvim.com, so fer Pál Joensen nú um vikuskiftið til Danmarkar at kappast fyri Aalborg Svømmeklub, á donsku meistarastevnuni fyri lið. Pál skal kappast í 200, 400 og 1500 frí, 200 firvald, umframt í stafettunum 4×100 og 4×200 frí. Kappingin er liður í samstarvi millum SuSvim og Aalborg Svømmeklub, og fyrireiking til HM í apríl.
Susvim ávarar um at Pál skal kappast ímóti sterkum svimjarum júst afturkomnir frá EM í Eindhoven; men man Pál ikki hava ein kjans allíkavæl, síðani hann varð nummar tvey á donsku stutthyljameistarastevnuni í heyst, bara aftanfyri Mads Glæsner sum nú stríðist við smittandi livrabruna?
Tit kunnu síggja skránna her av susvim.com, ella fara her á heimasíðuna hjá danska svimjisambandinum. Har er óivað okkurt á heimasíðuni hjá vertsfelagnum eisini, www.ksk.dk (Køge Svømmeklub). Og so ætla tey sær at brúka ‘Live Timing’ eisini, sum tit kunnu síggja her.