Libby Trickett (fyrr Lenton) hevur sett langbana heimsmet í 100 frí hjá kvinnum við tíðini 52.88, og Eamon Sullivan hevur sett heimsmet í 50 frí hjá monnum við tíðini 21.41. Harvið eru nú 6 heimsmet sett á avstralsku úttøkustevnuni til OL, ella líka so nógv sum á evropeisku meistarastevnuni tilsamans. Lesið her og her á Swimnews.
Video av teimum 50 hjá Sullivan
Og av teimum 100 hjá Trickett
Gomlu metini eru snøgt sagt sorað sundur hesa seinastu tíðina. Týska Britta Steffens átti metið í 100 frí á 53.30, sum hon setti í 2006, og Alex Popov átti í átta ár metið í 50 frí við tíðini 21.64, til fyrst Sullivan betraði um tað til 21.56 í februar, og síðani Alain Bernard til 21.50 her í vikuskiftinum.
Nú skrivar SwimInfo eisini um metini, og tey eru røsk at gera yvirlit yvir framgongdina í metunum.
Um vit hyggja at kvinnunum í 100 frí, so er týðiligt at tær hava havt stóra framgongd síðani Kristin Otto svam dopað í 1986.
Og mennirnir eru eisini komnir langt í 50 frí síðani 1986. Leggið til merkis hvussu langa tíð metið hjá Jager stóð til Popov tók tað, og hvussu leingi tað so hevur staðið eftirfylgjandi (til nú)
Í fyrstu 4. hvørt tak, men síðani næstan allatíð 2. hvørt tak (til vinstru). Ringt at síggja á hasari videoini ‘heim aftur’, men eg haldi meg telja í minsta lagið 30 andingar tilsamans.